Suðringar 1-1 ímóti B36

Sudringar.fo: Suðringar spældu javnleik 1-1 ímóti B36 við Stórá seinnapartin.

Reidar Dahl Joensen legði Suðringar á odda tá 37 minuttir vóru farnir. Stutt áðrenn hálvleik javnaði B36 til 1-1.

Eftir ein nøkulunda javnan fyrra hálvleik, var B36 væl omaná í seinna hâlvleiki. Men tá tað ikki komu fleiri mál endaði dysturin við javnleiki 1-1, og liðini fingu 1 stig hvør.

Úrslitið førir við sær, at Suðringar nú hava 15 stig, tvey færri enn EB/Streymi á 7. plássi.

Facebook viðmerkingar