Nýskipanin garantur fyri virðisøking og menning

Røða hjá Ingols S Olsen í samband við viðgerina av løgmansrøðuni 2018

Harra formaður

Eg fari fyrst at takka løgmanni fyri ein góða, víðskygda ólavsøkurøðu, har familjan var snúningsásin – familjan við teimum nógvu ymisku andlitunum, hon kann hava. Og eg vil eisini takka løgmanni fyri, at  hann altíð alment tekur fulla medábyrgd av øllum málunum, sum samgongan arbeiðir við.

Fiskivinnupolitikkurin hevur verið nógv í brennideplinum undir viðgerðini av hesi ólavsøkusrøðu løgmans. Ikki løgið, tí frá fyrsta degi hevur nýskipan av fiskivinnuni verið tað, sum helst meira enn nakað annað hevur eyðmerkt hesa samgonguna og hetta samgonguskeiðið. Kanska hevði broytingin av hjúnabandslógini eins stórt uppmerksemi, men tað var ikki eitt samgongumál.

At reformera eina høvuðsvinnu, har sera stór virði og sterkar kenslur eru inni í myndini, ber valla til uttan mikið kjak og harða orrustu.

Soleiðis hevur eisini verið við fiskivinnunýskipanini. Kjakið hevur verið týdningarmikið og neyðugt, ofta gott, men vissuliga ikki konstruktivt í øllum lutum.

Nógvir av teimum stóru tættunum í nýskipanini og nógvir av smálutunum eru fánaðir burtur í kjakinum, tí kjakið í alt ov stóran mun er snarað til næstan bara at snúgva seg um eitt stríð ímillum tey, sum høvdu rættindi í gomlu skipanini og tey, sum vilja loyva øðrum framat eisini.

Tað er spell, tí fiskivinnunýskipanin skal í fyrsta lagi vera garantur fyri virðisøking, menning og nýskapan í øllum liðum í okkara fiskivinnu.

Í staðin fyri eina fiskivinnu, har tað mest snýr seg um, hvussu stóran tann einstaki aktørurin kann vaksa seg og hvussu skjótt, so skal fiskivinnunýskipanin tryggja, at vit øll vaksa.

Andstøðan, serliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, hava sett føtur í spenni og vilja ikki hoyra talan um kapping um atgongdina at troyta okkara felags tilfeingi. Og væl hjálpt av onkrum sterkum aktørum í vinnuni, verða tey til høvið skaptu ofrini fyri nýskipanini nú, eitt fyri og annað eftir, løgd á lit de parade fyri almenningin at skoða.

At arbeiðspláss verða seld, so at fólk missir arbeiðið, er altíð syrgiligt. Tí harmist eg sjálvandi eisini um, at manningin á Sjúrðarbergi varð uppsøgd.

Eg ivist tó onga løtu í, at gravgangur verður eftir henni aðrastaðni á arbeiðsmarknaðinum, ikki minst á sjónum, tí vinnuliga gongur tað væl í samfelagnum. Trot er á dugnaligari arbeiðsmegi.

Men manningin á Sjúrðarbergi varð ikki uppsøgd, tí fiskivinnan er í kreppu.

Hon var heldur ikki uppsøgd, tí reiðaríið hevði minni kvotu at fiska, enn tað hevði, tá skipið fór í drift. Tvørturímóti. Sum fiskimálaráðharrin eisini vísti á í sín røðu, so hevur føroyska kvotan í Barentsárinum seinastu árini verið metstór og er tað enn samanborið við árini 1998-2013.

At JFK selir Sjúrðarberg í eini tillagingargongd sum eitt úrslit av fiskisvinnunýskipani, tað er tó helst rætt. Men at andstøðan so brúkar hesa søluna til at útstilla eina heila skipsmanning sum óhjálpin neyðardýr við tarablaði í munni, tað er bæði skeivt og sera óvirðiligt.

Skip eru áður seld, og manningar koyrdar í land. Tá eg flutti til Sørvágs tíðliga í 2006, var bygdin at kalla í sorg. Tí flakatrolarin Vesturvón, flaggskipið hjá bygdini, júst var seldur av bygdini. Eitt stórt arbeiðspláss hvarv úr økinum. Eg minnist tó onki til, at tað runnu serliga nógv tár í politisku skipanini tá.

Við fiskivinnunýskipanini eru rættindi at fiska loyst frá skipunum, júst fyri at tað skal standa reiðaríunum frítt at skipa sítt virksemi so skynsamt sum gjørligt. Tað hevur eisini verið eitt stórt ynski hjá reiðarunum sjálvum.

Hetta merkir so eisini, at JFK varðveitir kvoturnar, sum vóru grundarlagið undir fiskiskapinum hjá Sjúrðarbergi. Um reiðarin so letur hitt barentshavsskipið hjá sær fiska alt, sendir síni línuskip í Barentshavið, ella hann fer at útvega sær annað skip, tað er upp til hann. Men hann hevur í øllum førum enn kvotugrundarlag til at hava alt fólkið í starvið – eisini teir uppsøgdu menninar á Sjúrðarbergi.

Harra formaður.

Trupulleikin við nýskipanini er eisini júst tann øvugti av tí, sum andstøðan og ávísir aktørar í vinnuni royna at billa fólki inn.

Tí var fiskivinnunýskipanin eins víðgongd og fullborin, og upprunaliga ætlað, so sóu vit nógv fleiri tillagingar í flotanum, enn tilfeldið er. Skip høvdu verið bygd, skip høvdu verið keypt, og skip høvdu verið seld. Eisini á landi hevði størri ferð verið á at tillaga virksemið til nýggjar og betri tíðir.

Veruleikin við nýskipanini bleiv tó ein light-útgáva.

Eitt lítið portur var sett á girðingina til nýggjar aktørar at ganga ígjøgnum, men enn eiga teir gomlu aktørarnir at kalla alt fitilendið innanfyri hesa girðing.

Teir hava framvegis rættindini til 100 prosent av botnfiskiskapinum undir Føroyum og Íslandi, 85 prosent av øllum øðrum fiskiskapi undantikið svartkjaftafiskiskapi, har teir eiga 75 prosent av heildarkvotuni.

Og so verður skotið fiskimálaráðharranum í skógvarnar, at hann fremur politiska útluting, tí hann hevur rætt til at taka 8,5 prosent av bruttokvotunum til menningarkvotur.

Jú, hann og øll samgongan framdi eina stóra politiska útluting, tá hon í nýskipanini gjørdi av, at allir reiðararnir, sum áttu rættindi í gomlu skipanini, skuldu hava næstan alt við sær yvir í nýggju skipanina.

Í ár hevur fiskimálaráðharrin nýtt sína heimild at luta 8,5 prosent av bruttokvotunum av makreli, sild og svartkjafti út sum menningarkvotur. Hvussu tað býtið sær út, bíða vit øll spent eftir. Men ongin botnfiskur, hvørki á nærleiðum ella fjarleiðum, verður býttur út sum menningarkvota í ár.

Menningarkvoturnar hava fingið mangt høggið, men eg haldi, at tær eru skilagóðar og í fullum samsvari við yviskipaðu málini, sum hendan samgongan hevur sett sær viðvíkjandi einum rættvísari býti av okkara ovurhonds virðismikla felags tilfeingi.

Menningarkvoturnar eru skilagóðar, tí við avmarkaða uppboðssølupartinum var ongin annar møguleiki at býta atgongdina til tilfeingið eitt sindur rættvísari og tryggja, at tað eisini kastar av sær, har mest er brúk fyri tí.

Ein annar møguleiki var, um parturin av tilfeinginum, sum verður seldur á uppboðssølu, var nakað størri. Tað hevði tryggja meira kapping um atgongdina at fiska og tískil betri møguleikar hjá nýggjum aktørum at sleppa framat uttan aðrar fyriskipanir.

Men so bleiv ikki. Botnfiskiskapurin undir Føroyum og Íslandi er als ikki umfataður av uppboðssøluni. Og av restini verða bara 15 prosent av kvotunum seldar á uppboðssølu, uttan svartkjaftinum, har uppboðssøluparturin er 25 prosent.

Uppboðssøluparturin er lítil, men tað ger tað ikki minni umráðandi, at nýggir aktørar, ikki minst teir, ið fara at fáa menningarkvotur, hóast alt hava ein fair møguleika at bjóða upp hesar kvotur.

Tað hava teir ikki, um prísurin á uppboðssøluni ikki onkursvegna fylgir tilfeingisgjøldunum, sum verða løgd á tann partin av fiskiskapinum, ið ikki verður skipaður við uppboðssølu. Ella øvugt – at tilfeingisgjaldið verður lagað til marknaðarprísin á uppboðssøluni.

Tað er lagt upp fyri hesum í uppskotinum um veiðigjald, sum tað tíverri ikki eydnaðist okkum at avgreiða í farnu tingsetu. Í staðin skal lógin um veiðigjald avgreiðast nú í heyst, og har er tað avgerandi, at vit halda fast í, at samanhangur skal vera ímillum uppboðssøluprís og veiðigjald.

Ein annar týdningarmikil táttur, sum verður knæsettur í bæði nýggju lógini um sjófeingi og í komandi lógini um veiðigjald, er, at manningarnar ikki verða blandaðar upp í uppboðssølugjøld og veiðigjøld.

Tað er týdningarmikið av serliga tveimum orsøkum. Í fyrsta lagi, tí at manningarnar absolutt ongan ræðisrætt hava yvir fiskirættindunum, sum skip teirra fiskar av, og tískil heldur ikki eiga at rinda fyri tey. Og í øðrum lagi – men av eins stórum týdningi – tí at uppboðssølan av kvotum ikki gevur nakra meining, um reiðaríini kunnu senda part av rokningini víðari til manningarnar samsvarandi býtisprosentinum fyri ávísa skipið, ið fiskar. Býtisprosentini eru nevniliga sera ymisk, og tí fara teir, ið ætla at bjóða á uppboðssøluni, ikki at kunna gera tað á jøvnum føti.

Ein sera týðandi táttur í veiðigjaldinum er eisini, at tað fer at fylgja gongdini í vinnuni og harvið veruligu tilfeingisrentuni og ikki, sum nú, har gjaldið bara er meira ella minni tilvildarliga ásett sum eitt kilogjald.

Harra formaður

Nú styttist tíðin. Eg ætlaði at nema við onnur mál eisini, sum eg haldi tað vera umráðandi at vit geva gætur og brúka orku upp á hetta árið, ið eftir er av samgonguskeiðnum.

Tað gongur skjótt rætta vegin á sjálvbjargnisleið. Familjurættarliga økið, sum er eitt stórt og týðandi øki, er júst komið á føroyskar hendur og vil eg serliga rósa Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, fyri sera hegnisligt arbeiðsavrik í hesum sambandi.

Og hyggja vit at grundarlagnum fyri sjálvbjargni generelt, so kunnu vit staðfesta, at tað púra er upp til okkum sjálvi, hvat vit gera. Blokkurin er nú bert eitt klípi í samlaða búskapinum.

Haftið ER leyst, vit skulu bara traðka úr tí.

Nú verða ikki stundir til meira í hesi syftu, men eg fái orðið aftur.

Takk fyri

Facebook viðmerkingar