Sjálvtøka aftur í Hvalba

Tíðindi

Betri hevur sett nýggja sjálvtøku upp í Hvalba, so nú kunnu fólk í Hvalbiar sókn aftur fegnast um at hava atgongd til sjálvtøku.

Tað hevur longi verið ein eftirspurningur frá hvalbingum um at fáa sjálvtøku, eftir at tað í eina tíð ongin sjálvtøka hevur verið í Hvalbiar sókn. Í Betri eru vit sera fegin um at kunna at veita hvalbingum og suðuroyingum eina góða tænastu.

Sjálvtøkan er í bygninginum hjá Betri í Hvalba og verður opin alt samdøgrið.

Borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, er bæði takksamur og fegin um, at Betri veitir fólki í sóknini hesa tiltrongdu tænastu og sigur, at hesa tænastu eru allir hvalbingar glaðir fyri.

Facebook viðmerkingar