42 ungdómar úr Føroyum, Danmark, Svørríki og Íslandi á Ítróttaháskúla

Tíðindi

Rættilig innrás av ungdómum var í Vági í dag, tá fyrsti skúladagur var á heystskeiðnum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Ungdómarnir, sum byrja á Ítróttaháskúlanum eru úr Føroyum, Danmark, Svøríki og Íslandi. Næmingarnir eru í aldrinum 15 til 22 ár. Av teimum 42 næmingunum eru 24 drongir og 18 gentur.

Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, bjóðaði vælkomin í Stóra Pakkhúsi og greiddi frá Ítróttaháskúlanum og heystskeiðnum. Eftir hetta varð farið til smátturnar við Laksá (sí myndina niðanfyri), har næmingarnir búgva meðan tey ganga á Ítróttaháskúla.

Sum dagurin leið, søgdu familjurnar, sum høvdu leitað sær til Vágs, farvæl og leiðin gekk til húsa aftur. Hjá teimum ungu eru 16 spennandi vikur fyri framman, har tey fara at fáa eitt upplivilsi fyri lívið.

 

Facebook viðmerkingar