Sethús í Vági til sølu

Tekstlýsingar Tíðindi

Sethúsini á Líðarvegi 6 í Vági eru til sølu. Húsini liggja væl fyri við góðum útsýni yvir fjørðin. 

Gólvvíddin í húsunum er 110 fermetrar og grundstykkið er 554 fermetrar. Í ovastu hæddini er gongd við trappu og tvey kømur. Í miðhæddini er durur, vesi/baðirúm, tvey kømur, køkur og stova. Í niðastu hæddini er eitt kjallararúm.

Húsini liggja væl fyri og í nærumhvørvinum er m.a. nýggjur barnagarður og lundin á Sandinum.

 

Prísuppskot er 450.000 kr. Við útgjaldi á 45.000 kr. verður talan um eitt netto mánaðargjald á umleið 1.500 kr.

Skyn hevur gjørt bústaðarlýsing, sum er at finna her.

Fleiri myndir av húsunum eru her.

Áhugaði kunnu venda sær til Torgerð í Lágabø tlf. 272667.

Facebook viðmerkingar