Vælvirkandi ferðslutrygdarátak í Líðini

Tíðindi

Vágs kommuna: Í summar var enn eitt ferðslutrygdarátak framt í Vágs kommunu, tá vegurin inni í Líðini varð broyttur til ein sokallaðan tvey minus eitt veg, samstundis sum at parkeringsbásar vórðu gjørdir framvið vegnum.

Høvuðsendamálið við hesum ferðslutrygdarátakinum – eins og undanfarnu átøkum – er at bøta um ferðslutrygdina í økinum, soleiðis at bilferðsla og fólk á súklu og til gongu so trygt sum gjørligt kunnu ferðast á somu leið.

Tað eru nú umleið 1½ mánaði síðani at broytingin varð framd og kann staðfestast, at talan er um eitt vælvirkandi ferðslutrygdarátak. Bilførarar hava tikið til sín broytingina og fólk til gongu og á súklu hava nú eitt frámerkt økið, sum tey kunnu ferðast í – og bilførarar skulu taka hædd fyri teimum.

 

Liður í Ferðslutrygdarætlanini

Ferðslutrygdarátakið í Líðini er liður í Ferðslutrygdarætlanin hjá Vágs kommunu, sum verður framd í samstarvi við Landsverk og løgregluna, sum seinastu árini hava arbeitt við at bøta um ferðslutrygdina í Vágs kommunu, bæði á kommunalum vegastrekkjum og á landsvegi.

Næsta átak verður at tryggja farleiðina hjá skúlabørnum til og frá Vágs Skúla, har broytingar í næstum verða gjørdar á Toftavegi. Meiri verður at frætta um hetta seinni.

 

Tíðindaskriv frá Vágs kommunu

Facebook viðmerkingar