Hvistuvenjing í Marghøllini – øll vælkomin

Nú fer Hvistan verulig í gongd aftur og við nýggjum kørmum er ein spennandi tíð fyri framman.

Vit bjóða nú øllum áhugaðum at møta í Marghøllini kl. 19:00 (í dag), síðani verður møguleiki at renna/ganga úti/inni alt eftir hvat ein hevur huga til.

Eftir at vit hava rørt okkum nakað er møguleiki fyri einum hugnaligum prátið og onkrum leskiligum omaná.

Møguleiki er at brúsa sær í Marghøllini, ella at fara til almenna svimjing í Páls Høll sum hevur opið tórsdagar 20:00 til 21:45.

Møtið nú fjølment.

Facebook viðmerkingar