Bakkafrost stórar íløgur í Suðuroynni

Bakkafrost hevur síðan 2013, tá ið fyrsta fimm ára íløguætlanin varð løgd fram, gjørt íløgur í alla virðisketuna fyri at brynja seg til framtíðina. Seinasta dagføringin av íløguætlanini var í juni 2016, tá ið íløgur fyri tíðarskeiðið frá 2016 til 2020 vórðu kunngjørdar. Samlaðu íløgurnar vóru 2,2 milliardir, íroknað viðlíkahaldsíløgur.

Bakkafrost hevur dagført íløguætlanina og fegnast um at kunna kunngera íløguætlanina fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022. Nýggja íløguætlanin byggir á somu strategi, sum varð løgd fram í íløguætlanini frá juni 2016, men hevur eisini nýggj strategisk átøk.

Ætlaða íløguætlanin fyri tíðarskeiðið 2018 til 2022 er áljóðandi 3 milliardir krónur yvir 5 ár. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um smidleikan og skapa burðardyggan vøkstur.

Næstu fimm árini fer Bakkafrost at nýta áleið 425 milliónir krónur til virksemið á Havsbrún at økja orkuførið á fóðurframleiðsluni. Íløgur verða eisini gjørdar at økja um orkuførið á lýsiframleiðsluni, sum skal stuðla undir einum høgum marinum innihaldi í fóðrinum.

Bakkafrost hevur tikið ábyrgd av føroysku lívfiskaverkætlanini og fær ílegurættindini í 2021. Í nýggju íløguætlanini væntar Bakkafrost at gera íløgur í eina nýggja lívfiskastøð fyri áleið 200 milliónir krónur.

Íløgurnar í sjógvaling næstu fimm árini verða áleið 1,3 milliardir krónur. Íløgur í nýggj aliøki í Suðuroy fara, saman við strategiini at ala stór smolt, at økja um orkuførið við 10 túsund tonsum. Aliøkið A-17/18 Hovsfjørður er farið undir virksemi, og A-23 Hvalbiarfjørður fer væntandi undir virksemi fyrra hálvár 2019. Íløgur fara eisini at verða gjørdar til flutning av fiski og útvaldar menningarverkætlanir, sum skulu skapa vøkstur aftan á verandi tíðarskeið.

Virkni luturin hjá Bakkafrost innan burðardygd sæst eisini í nýggju íløguætlanini. Bakkafrost hevur – sum partur av „Sunt Lív 2020“ ætlanini hjá felagnum – avgjørt at byggja eitt biogass verk.

Bakkafrost heldur fram við verandi smoltverkætlanum og fer at sjóseta nýggjar verkætlanir, sum skulu stuðla undir strategiina at ala stór smolt til nýggju aliøkini. Byggingin av einari nýggjari smoltstøð í Suðuroy til aling av stórum smolti byrjar væntandi tíðliga í 2019. Íløgurnar hjá Bakkafrost í smoltstøðir komandi fimm árini verður áleið 1 milliard krónur.

Bakkafrost hevur nýliga gjørt íløgu í eitt nýtt liðugvøruvirki á Glyvrum. Íløgur í liðugvøruframleiðsluna komandi fimm árini verða áleið 85 milliónir krónur.

Facebook viðmerkingar