Stefan Radosavljevic á U19 landsliðið

Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari hevur úttikið føroyska hópin, sum frá 5. til 10. september fer at taka lut í Federations Cup í Riga í Lettlandi. Mótstøðulondini verða Lettland, Ukraina og Makedónia.

Talan er um sama árgangin, sum var til EM-endaspælið fyri U17-landslið í fjør. Fleiri av spælarunum ganga eisini aftur á landsliðsúttøkuni hesaferð. Millum annað Hanus Sørensen úr FC Midtjyllandi í Danmark, Magnus Holm Jacobsen, sum nú hevur sáttmála í portugisiska Pacos de Ferreira og Andrias Edmundsson, sum spælir í enska Sunderland.

Av teimum 18, ið eru boðsendir til U19-landsliðið hesaferð, eru ikki færri enn seks spælarar, ið hava sína dagligu gongd í útlendskum feløgum.

Hópurin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ

Jonn Johannesen, KÍ

Magnus Holm Jacobsen, FCPF (Portugal)

Dann Fróðason, 07 Vestur

Steffan Løkin, NSÍ

Filip í Liða, AB

Bartal S. Petersen, AB

Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (Danmark)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Símun Sólheim, HB

Elias El Moustage, Thisted FC (Danmark)

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)

 

Skráin:

Føroyar – Ukraina (6. september)

Lettland – Føroyar (8. september)

Makedónia – Føroyar (10. september)

Facebook viðmerkingar