Húsabjálving

Røðan hjá Arnfinni Bjarkhamar við jóansøkubálið í Vági

Garðabrúgv, bedingsbáturin, Noki, likkuskurar og bambus-kríggini skift út við Samsung Galaxy S7 og Acer-teldur…

Nú er summar, longsti dagur er longu  farin  framvið, skúlabørnini hava fingið frí, ikki lerarnir, sum Johan Djurhuus plagdi at siga, studenta-pisurnar eru klaktar, og  í høgunum eru hinar pisurnar eisini komnar úr eggunum.

Í hesum ljósu døgum kunnu okur siga  saman við Andreas Andreasen:

Nú pisur úr koppi kaga,
– Gud signi tey smáu nev –
í lofti, bergi og haga
fæst fuglur við fegið strev.

Alt ljómar á ljósum degi
og teskar um miðju nátt:
Far út og nør tína megi,
hoyr summarsins andadrátt.

Í mínum uppvøkstri var Sandurin eitt runudíki, úti við vegin var ein stórur hylur, men sum okur elskaðu at sparka her.  Her brustu uttaradreingir og bødreingir mangan  saman í hørðum dysti. Í skúlanum var bjóða av, antin sparkaðu okur dyst  her á  Sandinum ella úti á skúlalagnum. Tað gretti næstan ikki, vunnu okur her vesturi, so blivu okur steinaðir heilt út um Løghamar, sama hendi úti á skúlalaðnum.  Vunnu vestara-dreingur, so blivu teir steinaðir heilt vestur í Bø. Men  hygg at  Sandinum í  dag,  ein vøkur inngyrd grøn park, har smá trø og plantur eru gróðursett og eru við at koma fyri seg. Sandurin er eitt prógv uppá, at við góðari leiðslu, samanhaldi  og góðum handalagi, ber til at fáa eitt  runudíki til eina grøna park, og vesturi í Mýrinum standa nú 10 snøggar smáttur, sum eru tekin um, at her hendir okkurt,  kanska fleiri  øvunda okum hetta.

Á einari  nýggjársveitslu 1969, hugleiðir Palle í Tøðuni, hvussu Sandurin kundi sæð út. Hevði hann vita til sín í dag, so hevði hann uttan iva yrkt annaðleiðis.:

 

Sandurin er eitt tað vakrasta stað,
ein blómugarð vit kunnu byggja,
tí harmar tað mangan vágbing í dag,
hann skal sum eitt runudíki liggja,

Var tað ikki betri hann innigyrdur var,
til spelipláss og til barnagarð.
Og til gomul og útslitin pør,
skapt eitt Eden við Vágs fjørð

 

Her stóð  tann fýrbeinti tarvurin tjóðraður, hann hevði nógvar konur, øll neytini vesturi í Bø blivu leidd til hansara, og hesin  stóru tjúkki hvíti tarvurin hevði nokk at gera og var pápi at nógvum kálvum. Tað var eitt upplivisi fyri okum børn at síggj, tá menn komu við kúnni til tarvs. Nógvir mans  skuldi halda tarvinum, sama var við kúnni. Tarvurin var ikki álvuligur, allir vóru meira ella minni bangnir fyri hesum stóra beistinum,  men ringurin í nasaglugganum gjørdi, at  hann slapp ikki at leika í.

Minnist einaferð, at Olaus Jespersen segði við Holm, lerarin, at í Øravík brúkti tey ikki tarv, men eina stóru sproytu, tá flenti Holm.

Einaferð skuldi ein tarvur skjótast úti á Gørðunum, tað miseydnaðist, tarvurin slapp leysur, hann fór at ýla og sparka og í  reðuligari  øði rann hann omaneftir Garðabrúgv, so  ein maður, sum stóð á brúnni  mátti loypa inn  í ein bát fyri at bjarga lívinum,  men at enda eydnaðist tað at fáa lívið av mannúlvinum.

Skálabóndin átti eisini ein tarv, hann varð eisini spinnandi svakur, tá ið hann sá vaksi fólk,  men hann reddist børn. Einaferð rann undan nøkrum børnum heilt vestur móti Eiðinum, og at enda leyp hann út á Vatnið.

Økið her vesturi var eitt paradís fyri  okur børn.  Í ósanum var fult av  áli og álvindum, sum okur kallaðu teir. Teir vóru  gjøgnum-siktaðir, men nú á døgum eru teir horvnir, onkur heldur at sterka sápan hevur beint fyri  teimum,  men enn er Gjógvará  full av sílum

Her eystanfyri vegin eru mangar grindir deyðar,  Einar við kikslið, sáli,  segði einaferð, at meðan uttaramenn svóvu drupu bømenn grind á  Sandinum.

Minnist sum  barn, at  á jóansøku  var bál kynt úti  á Fløtuni Fríðu  og har var  ein strá-heks, brend, at Morell evnaði heksurnar til. Einaferð greiddi  ein frá, at heksin kom rulllandi oman gjøgnum Krossliðarbrekku og í bálið. Men í  Miðøldini  var vanligt at brenna livandi heksir um jóansøkutíð. Seinasta heksin, sum brend var, í tildømis Danmark, var í 1693. Ótrúligt at velja bestu tíð av árinum  har øll nattúran vaknar,  dagarnir eru leingir, fuglarnir syngja, blómurnar spretta,  til tílíkar beistagerðir.

Eins og fólk úti í heimið trúði føroyingurin, at tað var okkurt gandakent yvir hesa tíðina, bæði gott og ont, og at tað hendi ymiskt løgi um jóansøkutíð. Vatnið í ymiskum keldum var meira grøðandi um jóansøkutíð enn vanligt, sama var við  ymiskum  urtum.  Gamalt var eisini, at  um jóansøkutíð ella á Miðsummarhátíð,  komu allar heksur  saman til fundar á  Bloksbjergi.  So, sum onkur maður saknar konina í hesum døgum, so veit hann kanska hvar hon er farin.

Hóast okur hava og hava havt nógvar heksur í Føroyum, so er tað bert tann eina kvinnan, sum er ákærd, og sum ætlanin var at brenna á bálið. Tað var Barabara við Kvíggjá,  úr Sumba, men av tí hon ikki møtti  á tingi  og presturin, sum hevði avgerandi  orðið í  vitnufrágreiðingini  heldur ikki møtti, slapp hon við lívinum.  Her hevur so ikki verið javnstøða,  tí ongastaðnis  er skrivað, at Guttormur í  Múla, sum var herviligur gandakallur, ja, nógv sterkari enn Barbara,  var stevndur inn fyri rettin  fyri síni gandakynstur.

Hesa árstíðina var tað eisini, at okur sum 10-12-13 ára gamlir  vóru í  haganum  eftir likkuskurum,  ternupisum, kráku- og  ravns-ungum, ja onkur hevði enntá fingið sær skúgvapisu. Hetta er eisini ein farin tíð, eingin tímir nú á dagum á fáa sær pisu, ólukku lættari er tað  at spela við einari Samsung Galaxy S7 Iphon, ein Ipaddi, teldli ella  annað.  Garðabrúgv stendur tóm, tey ungu sita heldur uppi í Ungdómshúsinum  og hugna sær, men stuttligt hevði verði at frett, tá ið hesi einaferð verða gomul, og verða spurd: Hvat gjørdi tykur sum børn, hvat fingu tykur tíðina at ganga við??

Men hóast Garðabrúgv, bedingsbáturin, Noki, likkuskurar, bambus-kríggini, Løghamars- og Tjørnabrúgv eru skift  út við  eina Samsung fartelefon, og  Acer teldur,  so hava tykur nokk at fara til í Vági, so neyvan hava tykur ein keðiligan gerandisdag.

Men tykra upplivingar kunnu so ikki metast saman við okra.  Men eitt er enn at frøast um,  enn er lív í Sjaðagarði.

Av tí , at okur høvdu ein abba her vesturi í Smillum, so vóru okur oftani og vitjaði hann. Her gjørdi okur onkuntíð onkra beistagerð. Einaferð høvdu okur rikið eitt seyðafylgið inn í gangin á Oddafløtti, inn í gangin hjá Dallanum, klamsaðu hurðina aftur, síðani runnu okur niðan til abban og goymdi okkum uppi á loftinum. Nú kemur Dallin niðan og kastar eina er inn á gólvið hjá abbanum. Abbin hevði stutt frammanundan biðið ein mann av  Økrum um eitt lamb. Nú helt abbin, at maðurin var komin við lambinum. Abbin sá ikki beinanvegin at tað var Dallin, takkaði so miriliga fyri lambið,  tá bleiv Dallin so fúkandi svakur..

Letur man tankarnar  leita  aftur í trýssini, ein vanligan gerandisdag, ein vanligan seinan seinnpart, so kann man ímynda sær, at  í Báruni gekk Anna danska og seldi trillur og seymi-amboð, hinumegin vegin, eitt sindur longri vesturi,  seldi Sandur við Misá  sirop, mjøl, olju og annað, undir húsinum við Misá stóðu Svend á Gaddi, Djakki Beiggin, Sivar, Jákup hjá Lávusi, Torleif og Sofus hjá Hanusi  og prátaðu um fiskiskap, seyð og útróður av Eiðinum fyrr í tíðini, á kafénum gisti kanska onkur fremmanda-maður ella pantifúti,  í lítlu húsinum hjá skyldmanninum Akka við Kiksli, var altíð nógv størri hjartarúm enn húsarúm, Modda stendur í vindeyganum og hyggur yvir á Fagraklett, Meinhard og Pauli Barálíð standa í túninum, bretta sær á  og siga Christoffur á Bakka frá,  tá íð oldur-abbi teirra  bar ein kobba, uppgjøgnum Rútarfellsgjógv og heim á Mýri, á Báraldarbakka stendur Torben á Bakka og prátar við Einar við Kiksli um róðurin í 1956, tá ið teir vunnið við Vágbingi, og undir húsinum í Brekkugerði standa Eivind, Evert , Arnold og Sámal og tosa um Vietnam-kríggi, Marylin Monroe og  um Neil Armstrong, sum á sinni spadseraði á mánanum.  Í bakarínum á Gørðunum  standa Mortan Bager og  Børge og knoða deiggj  til breyð og  drýl….

Landsslagið  her kring  Sandin, Ósan, Gjógvará, í  Mýrunum, vestur á Vatnið, og síðani heilt vestur á Vágseiði, má vera eitt tað  nátturu vakrasta-økið, sum finst í landinum. Tú kanst ganga her av Tríkantinum og næstan lika vestur á Eiði, uttan at koma út á alfaraveg, okur eru øll góð við henda stað, okur hoyra til her,  og  nú  fara okur at hugna okum saman við sangi, heitum  kakao og  bollum,  okur elska øll hesa vøkru og reinu bygd, okur gleðast saman  tá tað gongur gott, tá ið Smyril ella FC/Suðuroy vinna,  men okur harmast saman, tá ið tað ikki gongur eftir vild.. Fari at enda við nøkrum reglum sum okra lokala skald Neptun hevur yrkt um Vágsbygd.

Her er fjálgt frítt at anda,
fram við fjørðinum vakra liggur hon,
móti vestri av Eiðinum randa
og nátúran sum gimsteinur von.

 

Takk fyri  tykur lurtaði…og havi eitt hugnaligt kvøld framyvir…

 

Arnfinnur Bjarkhamar

Facebook viðmerking