Suðuroyggin forgyllir Bakkafrost

Lesarin skrivar Politikkur

Landsstýrið hevur endaliga avgjørt, at Bakkafrost, sum tann einasti, fær einarætt til aling á øllum firðum í Suðuroynni!

Bingo til Bakkafrost har áleið 76 % av íleggjarinum eru útlendskir spekulantar. Afturfyri hevur Bakkafrost ætlanir um at gera íløgur í m.a. kryvjingvirkið og at byggja eina smoltstøð. Hetta ljóðar mikið gott, at nú fer Bakkafrost endiliga at hjálpa fátæku Suðuroynni.

Veruleikin er ein annar: Við núverandi aliloyvum í Suðuroynni, so vinnur Bakkafrost í veruleikanum á hvørjum ári millum 150 til 200 mio krónur! Eg endurtaki: Bakkafrost fær ein árligan vinning uppá slakar 150 til 200 mio krónur, fyri at nýta allar firðirnar í Suðuroynni – ”free of charge”! Landið fær nakað í tøkugjaldi, ímeðan kommunurnar, ið leggja firðirnar til, onki fáa burturúr, sum nú er.

Fyri at fáa alt tamarhaldið á Suðuroynni, hevur Bakkafrost aftur fyri lovað at gera hesar íløgurnar og útvega fleiri heiltíðar arbeiðspláss; vónandi fleiri enn fá. Sum nú er verður verkafólkið hjá Bakkafrost á kryvjivirkinum í Vági, nærum hildið fyri gjøldur. Tey hava einans arbeitt í 3-4 mánaðir seinastu 2 árini. Tað kann man ikki bjóða verkafólki við familjum og vanligum útreiðslum.

Hetta er, við fyrsta eygabrái, lítil vinningur fyri Suðuroynna, tí allur sølu- og marknaðarliðurin og øll menningin og framleiðsluvitan fer framvegis at liggja á Glyvrum, hetta saman við ovurhonds vinninginum, ið gleðir keypsskálan í Oslo.
Suðuroyggin situr eftir við árininum og hyggur at, ímeðan onnur enn tey, sum dagliga búðleikast í Suðuroynni, verða ríkað upp.

2 aliloyvi vóru tøk og var hetta seinasti møguleikin at ala laks hjá øðrum enn teimum fáu, sum sita so ómetaliga tungt á alivinnuni í Føroyum. Áhugi var í Suðuroynni. Minst eitt felag søkti um loyvi at sleppa at ala í Hovi og Hvalba. Mótstøðan aftanfyri leiktjøldini var, sum vera man, stór og endin varð, at vinnumálaráðið lat seinastu loyvini í oynni til størstu fyritøkuna í landinum. Spell at tey sum søktu, ikki fingu møguleikan – tí tá vildi allur sølu- og markaðarliðurin, øll framleiðslan, øll menningin og øll vitanin ligið eftir í Suðuroynni.

Tí er tað ikki nøkur sensatión, at Bakkafrost skal gera íløgur í Suðuroynni – tað skal vera ein sjálvfylgja! Tí veruleikin er, at Suðuroyggin forgyllir Bakkafrost.

Spennandi verður at fylgja við, hvussu samanhangurin verður ímillum ovurhondsstóra vinningin, ið alingin í Suðuroynni gevur, og tað, sum vónandi fer at liggja eftir í oynni.

Livst, so spyrst

 

Bjarni Hammer

Facebook viðmerkingar