Víkingur – Suðringar kl. 17.30 tórsdagin

Í dag, tórsdagin 23. august, eru tríggir dystir í 20. umfari í Betrideildini á skrá. Suðringar skulu til Gøtu, har Víkingur tekur ímóti.

Bæði Víkingur og Suðringar vóru fyri stór-tapum sunnudagin. Suðringar taptu 0-4 ímóti HB á útivølli í Havn, meðan Víkingur á heimavølli tapti 1-4 ímóti 07 Vestur. Bæði liðini skulu so reisa seg eftir dystirnar sunnudagin.

Dysturin í Gøtu byrjar kl. 17.30 og FM1 fer at siga frá dystinum á www.fm1.fo

 

Facebook viðmerkingar