Suðringar vunnu aftur í Gøtu

Ítróttur Tíðindi

Fyri aðru ferð í ár vunnu Suðringar í Gøtu, tá teir tórskvøldið vunnu 2-0 á Víkingi.

Suðringar reistu seg sostatt eftir trupla útidystin og 0-4 tap ímóti HB.

Dánjal Godtfred legði Suðringar á odda 1-0 stutt áðrenn hálvleik. Og 10 minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin, skoraði Dennis Nielsen til 2-0.

2-0 sigurin ímóti Víkingi førir við sær, at Suðringar nú eru á 18 stigum, 8 stig fleiri enn 07 Vestur, hartil eru tað bara 1 stig upp til Skála á 7. plássinum og 1 stig upp til EB/Streym á 6. plássinum.

Í næsta umfari skulu Suðringar til Eiðis ímóti EB/Streymi.

 

Nr.
Lið
D
V
J T
Mál
S
1. HB 20 17 1 2 42-14 (+28) 52
2. 20 14 2 4 37-14 (+23) 44
3. NSÍ 20 11 3 4 44-15 (+29) 42
4. Víkingur 20 11 2 7 32-25 (+7) 35
5. B36 19 10 4 5 38-25 (+13) 34
6. EB/Streymur 20 4 7 9 20-32 (-12) 19
7. SKÁLA 20 5 3 11 17-30 (-13) 19
8. SUÐRINGAR 20 5 3 12 19-33 (-14) 18
9. 07 Vestur 19 3 1 15 19-47 (-28) 10
10. AB 20 2 3 15 9-43 (-32) 9

Facebook viðmerkingar