Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Summargestir: Anni og Flóvin Augustinussen

Poul Andreasen: Í góðveðrinum á jóansøku í Vági møtti eg Flóvini Augustinussen og donsku konu hansara Anni. Jeg hevði ikki sæð Flóvin í mong ár, so okur fingu eitt prát saman.

Jeg minti hann á, tá ið okur saman við nógvum øðrum  monnum og kvinnum fóru til Íslands  við Dronning Alexandrine á vári 1965. Meini at hetta var næstseinasti túrurin, sum Drotningin gjørdi til Íslands. Tá ið okur komu á Reykjavík, fór jeg saman við øðrum í einum lastbili til Grindavíkar, meðan Flóvin fór, haldi jeg, til Vestmannaoyggjarnar.

Anna og Flóvin Augustinussen 

Anni og Flóvin á jóansøku

 

Okur avtalaðu so at fáa eitt nærri prát saman, og sama dag, sum tey fóru aftur til Danmarkar, komu Flóvin og konan Anni inn á gólvið á Toftavegi 27 í Vági. Tað var mest Flóvin, sum førdi orðið, men onkuntið legði Anni, sum skilir føroyskt, uppí.

 

Komin til ættarstevnu

Okur hava verið her á jóansøku og til ættarstevnu, eftirkomararnir hjá Súsannu Malenu og Hans Jacob Hjelm (Jakke Bager). Tað var ein fín veitsla. 210 fólk vóru á veitsluni. Tað vóru fleiri, sum ikki møttu, so eini 50 afturat kundu verið við. Yngsta dóttir okra var ikki við, og okra barnabørn vóru heldur ikki við.

 

Uppvøkstur

Jeg eri føddur á Brekkuni í Vági 18. november 1944. Foreldur míni vóru Jutta og Lundahl Augustinussen. Tað var eitt deiligt heim at vaksa upp í. Gamli var til sjós, við skipum á Løðhamri og við skipum hjá Tummasi við Kráir, so tað var mamma, sum passaði okum øll. Okur vóru nógv systkin: Oddur, sum doyði fyri fleiri árum síðan, Helgi (Hegga), Monrad, jeg, Lundahl, Finngerð, Dagnhild og Eyðun (Sammi).  So tað var nógv hjá mammu at takast við. Har var gott at vera, og har var lív í allan dagin.

Sum óviti fingust okur við so nógv, fiskaðu gággur, vóru í fjørðinum, runnu á Løðhamarsbrúgv. Í summarferiuni arbeiddu okur upp á fisk, bregdaðu húkar og mangt annað. Jeg var eisini við at koyra breyð út fyri Torbjørn mammubeiggjan, sum var ein av teimum nógvu bakarunum í Vági tá. Monrad, jeg og Hans Jakku systkinabarnið og onkur annar eisini. Tað vóru fleiri í bygdini, sum høvdu biðið um at fáa morgunbreyð hvønn sunnumorgun, og okur gingu til tey ymsu húsini við breyðunum í einum vogni, og so fingu okur rundstykkir afturfyri. Seinni fingu okur eina Long-John súklu at koyra breyðini við.

 

Messudrongur

Mer dámdi ikki so væl at ganga í skúla, so jeg fór úr skúlanum 14 ára gamal. So fór eg at sigla við Tjaldrinum sum messudongur. Jákup Joensen (í Lopra) var stýrimaður við, minnist jeg.

 

Útróður í Grønlandi

Jeg var við í 7 mánaðir.  Jeg fór so av, og tá fór eg við Inu D til Grønlands at rógva út. Tað gjørdi jeg í trý ár. Ina D var tíggjumannafarið hjá Lars Davidsen (Lars í Æðuvík), uppkallað eftir konuni Inu, sum var við í Grønlandi og var kokkur hjá bátsmanningini.    Okur róðu út frá Føroyingahavnini. Okur fóru til Grønlands við Bliki, fleiri bátar og nógvir menn, einir 100 kanska. Bátsmanningin fyrsta árið var Lars, jeg, Linjohn Kærbech og tveir grønlendingar. Árið eftir vóru okur: Lars, jeg, Hjørleif á Brekkuni, Karstin  og Danjal Jáke. Okur búðu í skúrinum, sum varð settur upp á eini oyggj har og avreiddu í Føroyingarhavnini.  Fiskurin varð so skorin til flak á flakavirkinum har. Nakað varð eisini saltað.

 

Á háskúla

Í 1962 var eg á Haslev háskúla. Monrad beiggi mín var eisini á hesum háskúlanum.  Tað var á hesum skúla, at eg kom at kenna konu mína. Anni greiðir frá, at hon kom saman við trimum føroyskum gentum úr Øravík, sum eisini gingu á Husholdningsskolen í Haslev.  Og so komu dreingirnir frá háskúlanum á vitjan.  Eftir at skúlatíðin var av, fóru okur heimaftur.

 

Aftur til skips

Jeg var so ein túr við trolaranum Vágbingi í New Foundlandi. So var eg einar tveir túrar við línubátinum Tummasi við Kráir undir Føroyum til ísfisk, Arnhold Hjelm var skipari. So var jeg við Borgini við Thorvaldi Hjelm sum skipara, tað var eisini á ísfiskaveiðu undir Føroyum.  Við Johannu var jeg eisini, Hentzar Joensen var skipari. Eisini til ísfisk.  Fiskurin varð seldur í Aberdeen.

 

Arbeiddi í Íslandi

Á vári 1965 fór jeg til Íslands við Dronning Alexandrine.  Har arbeiddi jeg á eini guanofabrikk  í Vestmannaoyggjunum, og har var jeg í einar tríggjar mánaðir, og aftaná tað fór jeg beina leið yvir á Seyðisfjørðin. Tað var formaðurin hjá okum í Vestmannaoyggjunum, sum spurdi meg, um eg vildi koma við til Seyðisfjarðar. Haldi, at Kári hjá Solgerd, Bjarki í Fámjin og kanska Monrad vóru við. Har arbeiddu okur á eini guanofabrikk. Á Seyðisfjørðinum var jeg einar tveir mánaðir, og so fóru okur heim.

 

Við norskum línubáti

Monrad vildi hava mjeg at koma við einum norskum línubáti úr Ålesund, sum skuldi til Grønlands. Nøresund het hann.  Men tað gekst ikki so væl við fiskiskapinum.  Hetta var í 1965.

 

Flutti til Danmarkar

So var tað at jeg fór ein túr til Danmarkar í feriu, tað var í 1966. Konan ella gentan og jeg høvdu havt samband við hvønnannan alla tíðina, ringdu gjøgnum Lyngby Radio og skrivaðu til hvønn annan. Anni lærdi til økonomu á Glostrup sygehus, og hon skaffaði mær eitt verilsi. Har fór jeg at arbeiða á Industri-Vest, sum gjørdi vindeygu, hurðar og annað. Har var eg í eitt ár, og tá var Anni liðug við útbúgvingina. Anni fekk fast arbeiði í Korsør, og okur blivu gift í 1968. Tá komu tey gomlu, foreldrini, heim úr Grønlandi, og Sammy, Dagnhild og Finngerð. Haldi at tey vóru har yviri í trý ár. Pabba var formaður á fiskarífabrikkini í Nanortaliq. Anni fekk arbeiði sum økonoma á sjúkrahúsinum í Korsør, og jeg fekk arbeiði á einum glasverki, har vóru okur í eitt ár.

So fluttu okur til Næstved og keyptu hús har fyri 120.000 krónur, og har hava okur búð síðani. Í Næstved var nógv arbeiði. Tá vóru nógvir fiskimenn í Karrebæksminde, sum við smábátum fiskaðu reyðspettur o.a. Eina tíð arbeiddi jeg hjá Højgaard og Schultz, koyrdi til København, men tað tímdi jeg ikki, tí tað var so leingi at koyra. So jeg hugsaði um at fáa okkurt arbeiði í Næstved, og har fekk jeg arbeiði innan betongvinnuna sum múrari. Har var jeg í 12 ár hjá múrarameistarunum Hansen og Andersen. Aftaná tað kom jeg til mín góða múrarameistara Claus Rømer Christensen, og har havi jeg verið, inntil jeg fór frá sum pensionistur. Claus var 26 ár yngri enn eg var, og okur arbeiddu saman øll árini, í 22 ár. Okur arbeiddu út frá kassernuni í Næstved, gjørdu í stand og sovorðið, bara okur báðir. Men nú er broytt, nú skulu teir spara so nógv í Næstved, aðrir fremmandir koma og skulu passa alt, og kassernan er flutt til Slagelse. Hon læt aftur, tá ið eg helt uppat at arbeiða, 60 ára gamal. Tað sum var eftir, var so “beredskabet”. Claus er nú pensioneraður sum eg. Konan Anni helt uppat at arbeiða, tá ið hon var 56, tá fekk hon eina heilabløðing, men annars hevur hon tað gott. Okur búgva í sama húsi, tá var tað 100 m², nú er tað 156 m² við vøkrum hava. Eg havi trivist óalmindiliga væl í Danmark, ongantíð haft heimlongsul, men havi altíð glett meg at koma heim, og so aftur at sleppa avstaðaftur.

Løðhamar

Nógv er broytt á Løðhamri: Fiskaplássini eru grasgrógvin, Løðhamarsbrúgv er burtur, brimgarðurin er burtur og stóra turkaríið eins og krambúðin á Løðhamri, Valenzia og krambúðin hjá Magnusi Veyhe, alt er burtur, og læknamiðstøð er bygd, har krambúðin á Løðhamri stóð. Svørtu húsini mitt fyri á myndini er barnaheimið á Brekkuni, nú er bygt uppí, og tey eru lyft upp og nógv størri enn, tá Flóvin var barn.

 

Broytingar í Vági

Nógv er hent í Vági síðani jeg fór avstað, men eitt sum jeg eri keddur um, tað er at teir rivu krambúðina hjá Magnusi Veyhe, fiskahúsið Valenzia og turkaríið og krambúðina á Løðhamar niður. Tað kundi verið eitt fínt kulturumhvørvið har. Tað hevði verið fantastiskt. Tað var nakað serligt við tí umhvørvinum á Løðhamri, øðrvísi enn aðrastaðni í bygdini. Bátarnir, svartir og hvítir, lógu har fyri teym. Minnist, at okur gjørdu nógvar bátar sum óvitar. Løðhamar og alt kundi verið umbygt eitt sindur, og har kundi saktans læknahús eisini verið.

 

Børnini

Okur eiga trý børn: Martin, sum er kokkur; Dianu, sum hevur verið heimagangandi í nógv ár, men er annars útbúgvin í handli sum receptionist. Eina tíð hevði hon íslendskar ríðihestar, einar 20 hestar og hevur undirvíst í Sorø, har hon hevur búð; og Ninu, sum er útbúgvin sniðgevi/designer. Hon hevur haft egnu seymistovu í Næstved, og eisini var hon vikarur á einum skúla. So var tað onkur, sum spurdi hana, hví hon ikki lærdi til lærara, og tað hevur hon júst nú gjørt. Okur hava 9 barnabørn, sum øll búgva í Næstved.

 

Frítíðin

Í frítíðini gera okur fín og stór tyrolarahús og alt møguligt annað. Á jólum hava okur jólastovu, og nógv koma at hyggja og keypa. Anni ger alt grønt, dekoratiónir og annað, ikki at gloyma heimagjørda marmulátu. Anni hevur altíð tógv úr Føroyum og bindur troyggjur, hosur og annað.

Anni skilir føroyskt, okur hava verið í Føroyum so ofta. Tá ið tey ringja niður, tosa tey føroyskt við Anni, og hon svarar aftur á donskum. Tað er eingin trupulleiki, tað er torførari at skilja tey ungu fólkini í Havnini.

Jólahús-Augustinussen

 

Umboða Føroyar

Okum dáma væl at koma at ferðast her í Føroyum, og okur eru her nærum á hvørjum ári. Tá ið børnini vóru smá, vóru okur í Føroyum annað hvørt ár. Vinir okra hava eisini verið í Føroyum, so okur hava reklamerað fyri Føroyum. Her er so deiligt at koma. Nú jeg havi verið her, havi jeg verið og hjálpt Hegga við seyðinum, so hava okur verið í neystinum og málað alt neystið. Brekkubrøður stendur har enn. Brekkubrøður varð smíðaður á Tvøroyri, og okur keyptu hann úr Sumba í 1966. Haldi, at teir høvdu verið í Grønlandi við honum og róð út.

Tað er so deiligt at koma runt um her í Føroyum, og allir føroyingar eru so gestablíðir. Hesarferð hava okur verið í Føroyum í 14 dagar, og okur fara niður aftur í dag.

 

Poul Andreasen

 

Facebook viðmerking