Húsabjálving

Bjarni Hammer: Exit – Suðuroy

Viðgerðin av ólavsøkurøðuni er farin afturum og er tað ein spurningur, sum enn hongur eftir: Hví nevnir ongin Suðuroynna? Hví varð nærum onki um Suðuroynna viðgjørt í røðuni ella eftirfylgjandi í viðgerðini?

Sum ein beinleiðis avleiðing av hesum, valdi eg (í umrøðuni av ólavsøkurøðuni) at umrøða Suðuroynna – nærum sum tað einasta.

Enn búgva, hóast alt, nærum 10% av føroya fólki í Suðuroynni, samstundis sum á leið 20% av føroyska útflutninginum kemur úr Suðuroynni – tá er alivinnan ikki tikin við.

Suðuroyggin er einasta stóra økið í Føroyum, sum framhaldandi minkar í fólkatali.

Løgmaður fegnast um góðu gongdina í samlaða føroyska fólkatalinum. Heldur góða gongdin fram, so verða vit fyri fyrstu ferð nakrantíð 50.000 føroyingar í Føroyum, longu í 2017.

“Exit Føroyar” bleiv nevnt – at tann málsetningurin nú var náddur og at fráflytingin var nú vend til tilflyting.
“Áður valdaði svartskygni. Vit taptu kappingina við umheimin um okkara ungu. Vit taptu kappingina um útbúgving, um bústaðir, um spennandi størv og um sosialar veitingar í útheimi, serliga í Danmark.”

Ja, so illa stóð til, at serfrøðingar óttaðust, at samfelagið fór at syndrast um fá áratíggju, fingu vit ikki yngra ættarliðið at støðast. Tað snúði “Exit-Føroyar” seg um.

Tað er júst tann støðan, sum Suðuroyggin enn er í nú. Vit tapa framvegis kappingina, ikki bert við útheimin, men eisini við miðstaðarøkið.

Tí hevði verið skilagott at broytt heitið frá “Exit Føroyar”, til “Exit Suðuroy” og arbeitt miðvíst víðari við at vent keðiligu gongdini í Suðuroynni.

Exit Suðuroy enn sera aktuelt.

Sí niðanfyri standandi hagtøl, sum eru frá ALS:

Arbeiðsleys í ALS skipanini mikudagin – 10. Aug 2016
Móttakarar av arbeiðsloysisstuðuli í alt 609
– Suðurstreymoy 247
– Suðuroy 143
– Eysturoy 98
– Norðoyar 46
– Vágarnar 19
– Norðurstreymoy 31
– Sandoy 13

Í juni var samlaða fólkatalið í Føroyum 49.445. Í Suðuroynni var fólkatalið 4578.

Tað vil siga, at tað búgva 9% av Føroya fólki í Suðuroynni. Tað, sum er ræðandi við tí, er, at av øllum teimum sum fáa arbeiðsloysisstuðul úr ALS skipanini, búgva heili 23,5% í Suðuroynni. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki ein haldbar støða!

Um fráflytingin ikki var so stór sum hon er, so hevði prosentsatsurin verið væl omanfyri 30%, tí tað eru serliga tey arbeiðsleysu, sum flyta úr Suðuroynni.
Suðuroyingar kunnu – hóast hetta – væl og virðiliga halda høvdið høgt, tí veruleikin er, at hóast á leið 9% av føroyingum búgva í Suðuroynni so kemur nærum 20% av útflutningsvirðinum í Føroyum, úr Suðuroynni. Suðuroyingar eru eisini við til at byggja land -okkara land.

Tvøroyrar kommuna, gjørdi eina risa stóra íløgu fyri vinnulívið í oynni, saman við vinnuni á staðnum. Eg sigi í oynni, tí tað er ein sannroynd, at allar bygdir í oynni hava notið ágóðan av íløguni hjá kommununi – eina íløgu sum setti Tvøroyrar kommunu í stóra skuld. Eisini settu lokalir vinnulívsmenn heilt nógv í verkætlanina, sum seinni bleiv til Varðan Pelagic.
Tíbetur eydnaðist verkætlanin til fulnar og allir suðuroyingar kunnu gleðast um hana.

Hóast hesi vinnuligu framstig, so heldur fráflytingin áfram. Sikkurt og vist er tað tó, at høvdu vit ikki gjørt hasa íløguna, so hevði fráflytingin verið so nógv størri.

Nú má vend koma í.
Tíðin er nú komin til at landið traðkar til og vísir, at landið ætlar og fer at uppraðfesta Suðuroynna, so hon fær somu møguleikar sum restin av landinum.

Suðuroyingar krevja bert at blíva javnsettur við restina av Føroyum. Av landafrøðiligum ávum, er Suðuroyggin nakað heilt serligt fyri eina so fólkaríka oyggj. Til ber ikki at koyra til meginøkið – nei, tú ert bundin av ferjusambandi, ið tekur tveir tímar aftur og fram. Hevur ein suðuroyingur hug til at arbeiða í høvuðstaðnum, ið er staðið í Føroyum við flestum almennum og lestrarkrevjandi størvunum, so ber tað snøgt sagt ikki til. Landið eigur at traðka til og javnseta suðuroyingar við íbúgvarnar í restina av landinum.

Vón er fyri framman. Komandi tíðina fari eg at kunna um ítøkiligar ætlanir, sum vit arbeiða við – til frama fyri okkum føroyingar allar – men við serligum atliti til Suðuroynna.

Bjarni Hammer
Varaborgmeistari á Tvøroyri og løgtingslimur

Facebook viðmerking