Hjálparfólk til Ungdómshúsið Pakkhús 4

Tvøroyrar kommuna søkir eftir hjálparfólki til starv í ungdómshúsinum Pakkhús 4.

 

Talan er um fast starv.

Um starvið

Ungdómshúsið er eitt frítíðartilboð hjá Tvøroyrar Kommunu.

Pakkhús 4 er opið mánadag, týsdag frá kl 13:00 – 18:00 og 19:00 – 23:00.

Ónsdag verður opið seinnapart frá 14:00 – 18:00.

Tórsdag er opið frá 14:00 – 18:00 og 19:00 – 23:00

Í tíðini frá 13:00 – 18:00 eru tað ung frá 3. flokki til 7. flokk, og um kvøldið eru tað tey eldru frá 7. flokki upp til 18 ár.

Hvør eru vit:

Pakkhús 4 er staðið har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr

Vit sóknast eftir fólkið, sum:

  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ
  • Duga at samstarva, taka ábyrgd og verða fyrikomandi
  • Verða við til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi
  • Verða jaligur og duga at samskipa ymisk tiltøk
  • Gera ymiskt handaligt við teimum ungu
  • Hava góðar eginleikar at samskifta
  • Møta teimum ungu har tey eru
  • Duga at lofta teirra hugskotum og seta tey í verk

Gerandisdagur í Pakkhús 4

Taka væl ímóti børnum og ungum tá ungdómshúsið letur upp

  • Skapa karmar og relatiónir í gera at tey ungu og børnini føla seg væl
  • Práta, spæla og stimbra brúkarnir í at nýta sítt hugflog
  • Seta í gongd og stuðla undir á kreativa økinum
  • Gera eitt lætt ábit har tey ungu og børnini hjálpa til

Løn og setanartreytir:

Arbeiðið í Pakkhús 4 er ásett til 30 tímar um vikuna, og er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Starvið verđur sett sum skjótast.

Umsókn saman við CV skal sendast til:

Tvøroyrar Kommunu

Tvørávegur 37

800 Tvøroyri

og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 7 september 2018, kl 1200.

Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til leiðaran í Pakkhús 4, Pól Arna Holm, á telefon 28 18 85

Facebook viðmerkingar