Húsabjálving

Bjarni Hammer: Kann roknast við munandi meiri virksemi á Suðuroyar sjúkrahúsi

Sum eitt tað fyrsta fór sitandi samgonga, við landsstýriskvinnuni á odda, í holt við var at gera eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið.
Málsetningurin var einfaldur: hvussu menna og framtíðartrygga vit sjúkrahúsverkið.

Hetta var samstundis fyrstuferð, at serfrøðingar innan alt sjúkrahúsverkið kring landið og við einum politiskum fylgibólki, settust saman við eini og somu ætlan.

Viðkomin tilmæli frá serfrøðingabólkinum:
Akuttmóttøkan í Suðuroy skal varðveitast, tí frástøðan er ein avbjóðing.

Ein stórur trupulleiki er, at kirurgiski kapasiteturin á teimum trimum sjúkrahúsinum ikki er samskipaður, og at hvørki starvsfólk ella útgerð á sjúkrahúsinum verða gagnnýtt til fulnar. Td., hevur Suðuroyar sjúkrahús eina sera framkomna skurðstovu, sum verður alt ov lítið brúkt, og sjúkrahúsið hevur eisini nýggjastu nýrasteinstólið í landinum, sum nærum ikki verður nýtt. So her eru nógvir viðgerðarmøguleikar tøkir.

Avleiðingin er, at føroyskir sjúklingar ganga alt ov leingi og bíða eftir planløgdum skurðviðgerðum, tí viðkomandi sjúklingur er ávístur til eitt sjúkrahús, ið hevur langan bíðilista til júst til ta viðgerðina.

Tað hava sitandi samgongutinglimir úr Suðuroynni, fer aftan á fer víst á. Nú eru serførðingarnar komnir til somu niðurstøðu.

Serfrøðingabólkurin metir, at her eftir eigur Suðuroyar sjúkrahús at gera ein munandi størrri part av teimum einføldu planløgdu skurðviðgerðunum. Tað kann við smáum tillaginum gerast áleið 150 fleiri planlagdar skurðviðgerðir um árið á Suðuroyar sjúkrahúsið og tað sama í Klaksvík.

Tað vil tryggja eitt munandi størri virksemi á smærru sjúkrahúsinum, samstundis sum bíðitíðin hjá sjúklingunum í Føroyum eisini minkar munandi.

Álvarsligar og torgreiddar viðgerðir eiga her eftir at gerast á Landssjúkrahúsinum, meðan eftirviðgerðir m.a. kunnu vera á Suðuroyar sjúkrahúsi og í Klaksvík.

Hendan økingin av virkseminum á Suðuroyar sjúkrahúsið, kemur væntandi at hava ta positiva avleiðing, at serfrøðin verður økt somikið nógv í Suðuroy, at føðistovan verður eitt biprodukt av økta virkseminum.

 

Bjarni Hammer

Facebook viðmerking