Logistikk starvsfólk til P/F Varðan Pelalgic

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Søkt verður eftir einum fólki (m/k) at hava dagligu ábyrgdina av logistikkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, sum virkar á altjóða marknaðinum innan framleiðslu, sølu og útflutning av fiskavørum.


Arbeiðsuppgávurnar
• At hava ábyrgdina av øllum logistikki felagsins
• At hava ábyrgdina av vørugoymslum felagsins innan- og uttanlands
• At samskipa og avgreiða allan vøruflutning innan- og uttanlands í tøttum samstarvi við sølu- og framleiðsludeildina
• Kundarøkt, kundavitjanir og luttøka á messum innan- og uttanlands
• Støðugt at optimera og effektivisera logistikkin í felagnum.

Tú kemur at vísa til søluleiðaran á Varðanum Pelagic og verður partur av starvsfólkahópinum á Søludeildini.

Førleikakrøv
Tú hevur viðkomandi útbúgving innan logistikk og flutningsvinnuna. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur gott innlit í fiskivinnuna og hevur starvsroyndir innan logistikk.

Sum persónur ert tú tænastusinnaður, hevur góð samstarvsevni, ert struktureraður og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur góð samskiftisevni, ert málsliga stinnur í bæði skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum og hevur telduførleikar á hóskandi støði. Tú ert fleksibul og um
neyðugt til reiðar at avgreiða uppgávurnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum.

Starvsbyrjan
Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan skjótast gjørligt.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti annars verða ásett eftir nærri avtalu við leiðsluna.

Arbeiðsstaðurin
Arbeiðsstaðurin er á skrivstovuni hjá P/F Varðin Pelagic á Tvøroyri, og tí er neyðugt, at viðkomandi býr í Suðuroynni.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV, møguligum viðmælum og viðkomandi skjølum annars skal sendast til hr@vardin.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 7. september 2018
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Boga Johannesen, søluleiðara, á tel. 29 16 81 ella bojo@vardin.fo

Um P/F Varðan Pelagic
P/F Varðin Pelagic varð stovnað á Tvøroyri í 2012, og fyritøkan er partur av P/F Varðin.

Talan er um eina 100 % føroyska fyritøku, ið er skipað við vertikalari integratión og arbeiðir burðardygt. Samtakið hevur nýggj skip, ið fiska effektivt. Málið er, at fyrsta floks vøra skal verða veitt øllum kundum. Tøknin er nýggj, og alt er so automatiskt, sum til ber.

Hetta er alt fyri, at P/F Varðin Pelagic er eitt altjóða kappingarført virki bæði í dygd og í prísi.

Facebook viðmerkingar