Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Bjarni Hammer: Hevur Sirið slept Suðuroynni?

Vónandi ikki. Trúgvi tí ei heldur. Landsstýriskvinnan hevur nógv at síggja til og hevur sín egna máta at gera tingini uppá, men vit mugu fáa eina fráboðan um uppraðfestingar á suðuroyar sjúkrahúsi.


Bylgjurnar ganga himmalhøgt á heilsuøkinum hesa tíðina.

Politikarar, leikfólk og meinigmaður melda út í øllum atkomandi miðlum, hvat tey halda um heilsuverkið í Suðuroynni og støðuna tað er komið í.

Landstýriskvinnan hevur verið frammi við ymsikum skilagóðum hugskotum viðv., heilsuverkinum í Suðuroynni. Havi sjálvur skriva um hetta í grein, at tað “kann roknast við munandi meiri virksemi á Suðuroyar sjúkrahúsi”

Havandi hetta í huga, er saknur í ítøkiligum útmeldingum frá landsstýriskvinnuni í innlendis- og heilsumálum um uppraðfesting av Suðuroyar sjúkrahúsið.

Stjórin á LS og síðani landsstýriskvinnan vóru í miðlunum í vikuni og lovaðu betri íbúðir til barnakonur úr Suðuroynni og Sandoynni.

Men nær fer landstýriskvinnan eisini at lova betri og tryggari umstøður á SSH ?

Støðan er vorðin ótolandi fyri suðuroyingar. Vetrartíðin er yvir okkum, Smyril er byrjaður at avlýsa, fyrstu stormarnir hava longu verið og harvið økist óttin fyri at verða veðurfastur í oynni og ikki fáa neyðugu hjálpina, tá tørvurin á henni er størstur.

At kjakast um íbúðir, felags køk, ískoyti til pápar osv., má steðga!

Tað einans flytir fokus frá veruliga trupulleikanum.

Sjóneykað má vendast móti einari munandi uppraðfesting av sjúkrahúsverkinum í Suðuroynni, soleiðis, at suðuroyingar kunnu fáa tryggleikan aftur.

Tað fyrsta og næstan tað einasta barnakonur í Suðuroynni hugsa um, er um ta ótolandi støðuna sum valdar í løtuni! Gleðin at vera við barn er blivin til stúran. Tíðin, har ein barnakona gleðir seg at njóta barsilstíðina saman við manni og børnum, er nú vorðin til eina tíð; har fokus er á, hvar ein skal búgva, hvussu maðurin skal røkta starvið og hvussu ein skal fáa borið so í bandi, at børnini ikki koma í eina ótolandi støðu í einari tilvildarligari íbúð í vikuvís langt burtur frá heimi, familju, skúla og vinum.

Tað er ikki einans ótryggleikin fyri barnakonur sum fyllir nógv, tí er tað ikki trygt nokk at føða í Suðuroynni, er tað so í heila tikið trygt nokk at búgva í Suðuroynni ?

Eg haldi tíðin er komin til, at vit hugsa um menniskjað fyrst og ikki bara um kaldar krónur!

Í Suðuroynni búgva enn um 10% av Føroya fólki og suðuroyingar hava rættvíst krav uppá at verða virdir sum restin av føroyingum, har nærum allir hava landfast samband til tvey sjúkrahús!

Uppraðfestingin av Suðuroyar sjúkrahúsi má byrja nú.

Bjarni Hammer

Facebook viðmerking