Suðringar vunnu 2-1 á EB/Streymi

Sudringar.fo: Suðringar vunnu í dag ein uppibornan 2-1 sigur á EB/Streymi.

Málið til 1-0 gjørdi Stefan eftir góðan langa bólt frá Dennis í verjuni, har Stefan gjørdist leysur og skoraði. Hetta var tá umleið 10 minuttir vóru farnir.

EB/Streymur javnaði fáar minuttir seinni, eitt mál sum.kom burturúr ongum og burdi verið sloppi undan.

Suðringar stríddust og spældu væl. Javnleikur var í hálvleikinum, men kenslan var, at har fór at koma eitt mál afturat.

Í seinna hálvleiki trýstu Suðringar EB/Streymi longur og longur aftur. Og tá lá longi í luftini, at Suðringar skuldu fáa eitt mál.

Mitt í seinna hálvleiki gjørdist Ibrahim, sum spældi ein góðan dyst leysur, skýtur hart uppá mál, rakar stongina, men Búi er klárur og setur returin trygt í málið til 2-1.

Hendan støðan helt dystin út. EB/Streymur royndi at stríða seg fram til ein javnleik, men Suðringar vardu væl og vunnu uppiborið 2-1.

3 stig og nú á 7. plássi við 21 stigum, einum færri enn Skála.

Myndina tók Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar