Bank Nordik

Dennis Holm: Alivinnan og menning í Suðuroynni !

Í vikuskiftinum hevur verið umrøða at sláturvirkinum hjá Bakkafrost (fyrr Faroe Farming) í Vági.

Stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen, var í KVF fríggjakvøldið og eftirlýsti, at ein avtala, sum varð gjørd millum alivinnuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Vinnumálaráðið fyri árum síðani, varð hildin og førd út í lívið. Talan er um eina avtalu um umskipan av fleiri aliøkjum í Føroyum (hetta finnist til skjals í Vinnumálaráðnum). Fyri Suðuroynna merkti hendan umskipanin, at Hvalbiarfjørður skuldi leggjast afturat Trongisvágsfjørði. Hóast umskipanin varð gjøgnumførd kring alt landið, so varð umskipan ongantíð gjøgnumførd í Suðuroynni, eisini hóast Faroe Farming (nú Bakkafrost) í fleiri umførum hevur rykt eftir at fáa hetta framt, fyri at kunna seta út laks á Hvalbiarfjørð.

Tað var í Útvarpstíðindunum á KVF fríggjakvøldið sera positivt at hoyra um ætlanir um nýtt sláturvirki í Vági í smb. við at útbyggingar hjá Bakkafrost í Suðuroynni. Men tað var eisini sera ørkymlandi at hoyra, at hendan útbygging møguliga verður av ongum, tí ein avtalað millum alivinnuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Vinnumálaráðið ikki verður hildin.

Skilligt er, at verður ov lítið av laksi á firðunum í Suðuroynni, so fer tað ikki at loysa seg at hava slátur-virksemi á landi. Hetta merkir, at eini 40-50 familjur í Suðuroynni verða beinleiðis raktar, um so er, at sláturvirkið í Vági verður niðurlagt. Harumframt verður nógv avleitt virksemi (flutningur, kassaframleiðsla, smiðjuvirksemi os.fr.), sum hevur tilknýtið til sláturvirksemi í Vági, eisini rakt, og harvið verða eisini nógvar aðrar familjur í Suðuroynni raktar.

Sum skilst, so er knúturin, sum loysast skal, at Vinnumálaráðið nú er farið at meta Hvalbiarfjørð sum sjálvstøðugan alifjørð. Hetta var ikki tað, sum varð avtalað millum alivinnuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Vinnumálaráðið fyri fleiri árum síðani.

 

Støðan í Suðuroynni sera álvarsom !

Meðan tað gongur framúr gott í landinum sum heild við methøgum virksemi og ongum arbeiðsloysi, og fólkatalið veksur og er vaksið seinastu árini, so er gongdin í Suðuroynni skeiva vegin.

Fólkatalið í Suðuroynni var fyrst í juni 2016 komið niður á 4.576 fólk. Hetta er tað lægsta í umleið 100 ár. Í 1918 búðu tað umleið 4.550 fólk í Suðuroynni og við fólkateljingina í 1921 búð 4.831 fólk í Suðuroynni.

Tá fólkatalið í Suðuroynni var uppá tað hægsta, miðskeiðis í 1950unum, búðu tað fleiri enn 6.200 fólk í Suðuroynni, ella umleið 1.625 fólk fleiri enn í dag.

Gongdin seinastu 10 árini hevur verið skjót skeiva vegin. Við ársbyrjan 2007 búðu 4.926 fólk í Suðuroynni, meðan tað við ársbyrjan 2016 búðu 4.576 fólk í Suðuroy, ein minking á 350 fólk uppá 10 ár, ein minking á 7,1%. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Føroyum vaksið við 1.172 fólkum, ein vøkstur á 1,9%.

Gongdin seinasta árið ella so hevur eisini verið heilt skeiva vegin. Fólkatalið í Føroyum er í tíðarskeiðinum frá ársbyrjan 2015 til 1. juni 2016 vaksið við 815, í sama tíðarskeiðið er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 69.

 

Arbeiðsloysið í Suðuroynni er eisini væl hægri enn landsmiðal

Í juli 2016 vóru tilsamans 575 fólk í landinum, sum fingu arbeiðsloysisstuðul frá ALS. Av hesum vóru 142 úr Suðuroynni, tvs. smá 25% av teimum føroyingunum sum fingu arbeiðsloysisstuðul í juli 2016 vóru suðuroyingar. Hinvegin búgva tað smá 9,5% av føroyafólki í Suðuroynni, so arbeiðsloysið í Suðuroynni er høgt, samanborið við landsmiðal.

Verður talið av arbeiðsleysum gjørt upp í mun til arbeiðsstyrkina (16 – 66 ár), sum við ársbyrjan var 2.848 fólk í Suðuroynni, so var arbeiðsloysisprosentið í Suðuroynni í juli umleið 5%. Arbeiðsloysisprosentið í landinum sum heild var sama tíðarskeið undir 2%.

Suðuroyggin eigur sostatt ein lutfalsligan stóran part av teimum arbeiðsleysu í landinum.

 

Atlit mugu takast til Suðuroynna

Nú Bakkafrost hevur ætlan um at byggja nýtt sláturvirki í Vági, sum kann skapa fleiri arbeiðspláss, so er greitt, at Landsmyndugleikarnir mugu gera alt fyri at spæla við. Heilt einfalt er tað skyldan hjá Landsmyndugleikunum at virka fyri, at góða gongdin í landinum sum heild, eisini verður at síggja aftur í Suðuroynni.

Er avtalað, at Hvalbiarfjørður skal leggjast afturat Trongisvágsfjørði, so má hendan avtalan virðast, eins og tað til dømis varð gjørt við aliøkið á Sandavági, sum er víðkað soleiðis at tað nú røkkur heilt suður á syðra enda av Hestoynni.

Atlit mugu takast til støðuna í Suðuroynni. Veruleikin er, at tað kann gerast ein katastrofa fyri arbeiðspláss í Suðuroynni, um Landsmyndugleikarnir einsíðugt broyta og nýtulka gjørdar avtalur; avtalur, sum eru gjørdar fyri árum síðani.

Í Ólavsøku-røðu løgmans varð høvuðsboðskapurin greiður: Tað gongur gott í Føroyum. Løgmaður vísti á, at fólkatalið í Føroyum veksur, vinnuliga virksemi í landinum er stórt, arbeiðsloysi er metlágt, og góða gongdin ger, at Føroyar er millum heimsins fremstu tjóðir.

Í Suðuroynni royna vit at taka ábyrgd og arbeiða við verkætlanum, sum kunnu menna Suðuroynna. Men Landsmyndugleikarnir mugu eisini verða viðspælarar – og kunnu ongantíð gerast beinleiðis mótspælarar. Tí má avtalan við at leggja Hvalbiarfjørð afturat Trongisvágsfjørði gjøgnumførast beinanvegin, soleiðis at Landsmyndugleikarnir ikki viðvirka til at arbeiðspláss í Suðuroynni verða niðurløgd og arbeiðsloysið enn størri !

 

Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna