Húsabjálving

Levi Mørk: HVÍ IKKI RÆTTA HONDINA ÚT TIL OKKUM SUÐUROYINGAR ?

Alt gott um tunlar, makrel og aling osfr. Vit hoyra hvønn, dag um tunlar, makrel, aling og um milliarda upphæddir. Ja pengar nógv av okkum neyvan hava nakra føling við, uttan tá vit lesa um Onkel von Joakim. Fólk gera sær dælt av, hvør hevur besta hugskotið, til enn eina loysn á okkara infrakerv, okkara alra ogn svimir runt um okkum, og kundi loyst trupulleikar(um alt landið), men tað skal kortini ikki koma allari fjøldini til góðar, her hugsi eg um støðuna, sum Suðuroy eru komin í.

Serliga við atliti, til ætlanina um eitt nýtt sláturvirki í Vági í smb. við at útbyggingina hjá Bakkafrost í Suðuroynni. Hinvegin var tað serstakliga harmiligt, at hoyra, at hendan útbygging kanska verður av verður av ongum, tí ein avtalað millum alivinnuna, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Vinnumálaráðið ikki verður hildin. Henda avtala hevur Bakkafrost víst til og rykt eftir í fleiri umførum, men ikki eitt orð er at frætta frá Vinnumálaráðnum.

Ì verðandi løtu verða maskinir fluttar suður til Vágs, lat okkum nú vóna, at tær verða tendraðar og ikki blívar partur av einum politiskum spæli, har vit suðuroyingar skulu merkja sviðan uppaftur meira. Sum tit øll vita, hava vit stóra fólkaminking, stort arbeiðsloysið og støðan versnar. Men, hettar er so ikki galdandi fyri restina av landinum, har alt blómar. Kommunurnar her suðri royna sjálvar, at finna loysnir, men størsti viðspælarin sum er Landið, letur ikki orð hoyra frá sær. Tit sum stýra, her er ein kærkomin møguleiki, hjá tykkum at stuðla okkum, við serligum atliti til okkara støðu sum útjaðari og ótolandi støðu á vinnuøkinum, serligani er galið í sunnari helvt av Suðuroynni.

Men eg má bara spyrja tykkum sum stýra: Eru vit í suðri, ikki líka góðir føroyingar sum øll súm búgva í hesum landið ?

Vit rópa okkum fyri eitt ríkt land. Løgmaður segði fyri kortum, at okkara land er heimsins besta vælferðarsamfelag, og tað gongur sera væl hjá okkum øllum. Men er ikki okkurt, ið haltar. Hví eru tað so nógv sum siga, eg má flyta, tí her fái eg onga hjálp og her í Suðuroy er einki arbeiði til mín osfr?

Hví ikki rætta hondina út, nú vit tosa um milliardir í tunlum vm, hví ikki rætta hondina út og siga, jamen tit eru jú ein partur av okkum, tit eru føroyingar, tit búleikast her, tit fáa børn umborð á Smyrli og eru ein partur av samfelagnum, hóast tit bara eru suðuroyingar.

 

Levi Mørk

Facebook viðmerking