Vágs kommuna: Dagføringar á Eystara Reinsiverki og kókitilmælið

Vágs kommuna: Í samband við dagføringar verða gjørdar á brunninum við Eystara reinsiverk, kann óreglusemi verða á vatnveitingini á Nesi og á havnarlagnum. Brúkarar á Nesi bidnir um at kóka vatnið til lýst verður aftur.

Meðan dagføringar verða gjørdar á Eystara Reinsiverki, kann trýstið á vatninum verða nakað minni enn vanligt.

Dagføringingarnar á Eystara reinsiverki fara at halda áfram komandi 2 vikurnar og kann óreglusemi koma fyri í hesum tíðarskeiði.

Kunnað verður tá komið er á mál við dagføringunum.

 

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar