Stórt 1/2 maraton, innróður, stórskíggi og aftankvirra

Alt fleiri og fleiri tiltøk blíva fyriskipa, og í Suðuroynni er einki undantak.

Fríggjadagin 21. og leygardagin 22. september verða fyriskipa nógv tiltøk, og tað er eisini rættuliga stórur áhugi fyri hesum tiltøkum longu nú.

Árliga Føroya Sunnasta 1/2 marathon tiltakið hjá rørslufelagnum Hvistuni, verður í ár leygardagin 22. september, tá ið fleiri enn 300 rennarar og gongufólk fara leiðina úr SALT, umvegis Øravík, Hov, Porkeri og so at enda koma á mál í Marghøllini í Vági, sum samstundis er karmur um fleiri onnur tiltøk.

Tí sama leygardag, eru tað Vágs Kappróðrarfelag sum saman við Róðrasambandið Føroya, ið skipa fyri stórari innandura rógvikapping í Marghøllini. Tað verða 10 rógvarar, sum eru í gongd samstundis, sum aðrir 10 hita upp, og verður alt hetta eisini varpa upp á stórskíggja soleiðis at lætt er at fylgja við og síggja hvussu leikur fer. Men tónleika framførslur koma eisini at seta dám á tiltøkini, og fara teir báðir Signar í Homrum og Hans Jacob Hjelm, at syngja og undirhalda við nøkrum av teirra kendu sangum.

Men Marghøllini gevur eisini møguleikar fyri enn fleiri tiltøkum. Tí tá tey flestu eru komin á mál, fara næmingar og lærarar av Ítróttarháskúlanum, sum sjálvandi eisini luttaka til 1/2marathon, at vegleiða og hjálpa fólki at royna spildurnýggja klatriveggin, ið júst er settur upp, og sum tey hava nýtt sera nógv, síðani hann bleiv liðugur.

Byrja longu fríggjakvøldið við hugnaligum tiltakið:

Men ikki er tað bara ítróttur á skránni, tí fríggjakvøldið skipar Vágs Kirkja fyri aftankvirru, sum tey so mangan áður hava gjørt, har tónleikur og andakt hevur verið hildin. Vágs Kirkja far hesaferð vitjan av Jens Lisberg, ið kemur at syngja og spæla, og fer lokali Sámal Midjord, ið júst er fluttur aftur til Vágs við familjuni, at hava eina stutta andakt.

Facebook viðmerkingar