Bank Nordik

Vælkomin í Tvøroyrar kommunu

Onkuntíð tykist, sum tað er torført at tvinna saman hugtøkini opinleika og politikk.


Tað eru nevniliga nógv, ið halda og føla tað soleiðis, at Tvøroyrar kommuna er ov afturlatin. Borgarin fær ov lítið av kunning, tá ið avgerðir verða tiknar um mál, ið koma at ávirka gerandisdagin hjá okum øllum.

Tá ið býráðsfundur er, møtir nærum aldrin nakar upp, nokk av teirri orsøk, at tá ið tey meira “álvarsligu” málini koma fyri, verður býráðsfundurin hildin fyri afturlatnum hurðum. Tað burdi ikki verið neyðugt, tí fyri tað fyrsta hevur áhoyrarin onki loyvi at siga og fyri tað næsta, hvat er man so bangin fyri? Okur hava øll rætt til at vita, hvat fyriferst her á staðnum!

Í mínum hugaheimi eigur borgarin at fáa meira at vita – ella kunnast enn betri – um tær ætlanir, býráðið arbeiðir við. Hetta kundi møguliga blivið gjørt við fleiri borgara-, ella kunnandi fundum, har borgarin í kommununi eisini verður hoyrdur. Hetta hevði kunnað stimbrað upp undir eina mennandi kjakmentan, ið ikki altíð hevur eyðkent kjakið, tá tað snýr seg um okra bý. Um okur fáa bygt eina konstruktiva kjakmentan, kann tað jú onki annað enn stuðla politikarunum í teimum avgerðunum, teir skulu taka, kommununi at frama.

Annars er gleðiligt, at Tvøroyrar Kommuna hevur sett trivnaðarfólk, og vón mín er, at hetta fer at betra um kunningina og opinleikan.

Fólkatalið í Tvøroyrar Kommunu er í minking, og tað mugu okur gera nakað við!

M.a. vil jeg gjarna arbeiða fyri, at fólk skulu kenna seg vælkomin, tá tey flyta hertil. Tí stuðli jeg hugskotinum um, at tilflytarar skulu fáa ein vælkomupakka, sum er eitt tilboð, ið fleiri aðrar kommunur hava tikið upp. Hesin vælkomupakkin kundi innihildið ein faldara við hentum upplýsingum um tilboð, ið kommunan – og plássið annars – hevur at bjóða. Nevnast kann t.d. ungdómshúsið Pakkhús 4, ókeypis svimjing, eldraítrótt, eldrahugni, ítróttar- og mentanarlig tilboð annars, osfr. Eisini haldi jeg, at hesi áttu at blivið bjóðað inn á gólvið á kommunuskrivstovuni, har tey fingu pakkan, og fingu svar uppá allar teir spurningar, tey máttu havt.

Hetta átakið einsamalt er sjálvandi ikki nokk, men í mínum hugaheimi er tað ein góð byrjan.

 

Við javnaðarkvøðu
Annika Pearce