Fundur um at stovna felag fyri havdypp/svimjing í Suðuroy

Komið og verið við til at skapa góðar umstøður fyri havdypp/svimjing í Suðuroy. Fundur um at stovna felag verður sunnudagin 16. sept. kl. 15.00-16.00 á Café MorMor.

Vit eru nøkur, sum hava havdyppað ymsastaðni í Suðuroy í eina tíð nú, og hava arbeitt eitt sindur fyri at fáa betraðar umstøður, t.d. sauna og skiftimøguleikum.

Fyri at koma víðari er ætlanin at stovna felag.

Felagið skal vera fyri alla oynna, og nýggir luttakarar eru vælkomnir.

Komið við – tað er vælvera, góður felagskapur og hugni.

Higartil eru 70 limir í Facebookbólkinum, harav eini 20-30 aktivir limir.

Skrá til fundin:
1. Stutt frágreiðing um felagskapin, hvat er gjørt higartil og hvar eru vit nú.
2. Ynskir fyri framtíðina. Sauna, útibrúsa og umstøður. Fyri at koma víðari, mugu vit stovna felag.
3. Er stemningur fyri at stovna felag (atkvøðugreiðsla)
4. Avtala tíðspunkt fyri stovnandi aðalfundi
5. Uppskot um viðtøkur
6. Navn til felagið (uppskot, navn veljast ella avdúkast til stovnandi aðalfundin)
7. Stuðulsmøguleikar
8. Hugskot/Orðið er frítt

Møguleiki verður at keypa drekkamunn á Café MorMor. Nýggir limir úr allari oynni eru vælkomnir.

Til tey, ið kundu hugsa sær at roynt havdypp/svimjing, avtala vit tíðir inni á Facebook-bólkinum (einans fyri aktivar limir) her.

Facebook viðmerkingar