Múrarafelagið Knáur

Góðu Vágbingar

Eg vil her nevna nøkur ting sum vónandi sannføra tykum um, at okur í Vági við einum dirvisligum kommunustýri á odda, ikki bert hugsa øðrvísi, men eisini slóðbrótandi og ikki minst við einari stórari portión av framskygni.

Fríðkan er trivnaðarfremjandi og skapar vøkstur.

Tak ikki mítt orð fyri tí, UIBM hevur gjørt eina kanning og kemur til somu niðurstøðu.

Eg minnist tá ið eg flutti heim aftur til Vágs í 2005, at býarmyndin ikki var broytt nevnisvert. Men seinastu árini er tað gleðiliga hent, at nógv er framt á júst tí økinum, og tað steðgar ikki her. Orsøkin er sera einføld. Hava okur tað gott í Vági í uppvøkstrinum, so er tað meira sannlíkt at okur flyta heim aftur eftir til dømis loknan lestur.

Hetta er framskygni. Eisini hava okur í Vági fingi ein Fjarlestrardepil so tað ikki er neyðugt hjá øllum at fara av landinum at nema sær kunnleika og útbúgving, eisini hetta er framskygni. Okur hava fyrsta langhyl í landinum. Okur hava fingi ein Ítróttaháskúla til Suðuroy, har fólk við útbúgving arbeiða, okur hava komandi ár ein Ítróttaeftirskúla við enn fleiri arbeiðsplássum og tilhoyrandi skattakrónum til kommunukassan.

So hóma óiva tey flestu av okum, at her er ein tráður at fylgja. At ein ætlan fyri menning av okra heimstaði er gjørd. At okur royna at skapa arbeiðspláss til tey ið eru vekk í lesnaði, at trivnaðurin hjá okum sum eru her, er prioriteraður.

 

Ítróttaháskúlin & Ítróttaeftirskúlin

Mennast til norðurlond at byrja við, fyri síðani at fara allan vegin til ein altjóða skúla.

Sjálvandi eiga okur at bjóða øllum heiminum av tá ið okur longu gera tað í vinnu og ítrótti.

Okur tosa her um 150-200 ung fólk ið nema sær útbúgving og lívskunnleika í Vági. Okur tosa um 30+ arbeiðspláss til fólk við og uttan útbúgving. Kanska størsta arbeiðspláss í Vági um 3-4 ár. Tað krevur bert at okur hava dirvi og stuðla verkætlanini.

 

Páls Høll, Marghøll og Barnagarður – Tilboð til ung og gomul.

Øktan motorik, kognitiva útvikling. Niðursetta giktapínu og minkan av heilivági.

Griffith University  í Avstralia settu í 2009 eina kanning í verk í Avstralia, USA og New Zealandi, tann størsta av sínum slag í heiminum. Hendan vísti at børn ið lærdu at svimja áðrenn 5 ár aldur, vóru væl betur fyri kognitivt og fysiskt enn tey sum ikki lærdu at svimja.

Við lítla heita barnahylinum í Páls Høll, har pinkubørn og barnagarðsbørn kunnu venja seg við vatn fyri síðani at royna seg í fyrsta langhyli í Føroyum, ber til at menna og fyrireika okra ungu betur enn nakrantíð áður.

Við komandi Marghøll, fer tað at bera til hjá okra ungu at menna seg enn meira.

Uppliva okur í barnaárum, at okur eydnast væl í eitt nú ítrótti, so er lættari seinni í lívinum at eydnast í øðrum avbjóðingum. Marghøllin kemur at geva okra ungu í spæla fótbólt ein stóran fyrimun í mun til onnur. Men høllin er ein Marghøll, og tí til fleiri enn bert tey ið hava áhuga í bóltspæli. Eins og Páls Høll hevur eitt fitness sentur har tey sum dáma styrkivenjing kunnu halda til, so kemur Marghøllin at bjóða uppá fleiri ítróttagreinir so at okkurt er til øll. Frá barnagarðinum til Ellisheim

Marghøllin eins og Páls Høll kann gerast ein avgerandi partur av tí hjálp ið nógv av okra eldru hava brúk fyri. Her hugsi eg um lívskvalitet. At tey kunnu minka um, ella heilt sleppa av við tað sum heilivágsídnaðurin sigur at tey ikki kunnu liva fyri uttan. Eg hugsi serliga um giktaheilivág og tey hjáárin ið hesin hevur. At okra gomlu kunnu klára seg uttan hjálp sum longst. Tí hvør vil ikki tað?

 

Latið okum sum tora at vera framskygd, hugsa øðrvísi og slóðbrótandi, sleppa at menna Vág enn meira.

 

Set títt álit á meg týsdagin 8. Nov.

Jón Bjarnason

Facebook viðmerking