Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Eftirskúlin í Hvalba??

Eg var herfyri á politiskum fundi í Hvalba.

Har sótu tíggju fólk, sum stillað upp til komandi kommunuval.

Tey tosaðu um, hvat tey kundu hugsað sær at gjørt í kommununi framyvir. Øll nevndu tey fólkavøkstur í Hvalbiar Kommunu. Tá tað síðan var møguleiki fyri áhoyrarnir at seta spurningar, nýtti eg høvið til at spyrja um eftirskúlan, sum skuldi byggjast í Hvalba. Eg havi sæð fleiri greinir á portalunum og facebook, har skrivað verður, at eftirskúlin nú skal byggjast á Tvøroyri, og verður hetta nýtt sum val-agn á Tvøroyri.

Eg setti spurningin, um nakar kundi siga mær, hví eftirskúlin er fluttur upp á Tvøroyri, og hvør tað er, sum hevur tikið hesa avgerð. Eg fekk einki svar, men Rúni Thomsen segði so, at tað var nevndin fyri eftirskúlan, sum hevði flutt hann, og hendan avgerðin hevði tí einki við Hvalbiar kommunu at gera. Í hesi nevndini situr ma. borgarstjórin í Hvalba, og eg dugi illa at skilja, hví hann hevur valt at flyta skúlan upp á Drelnes/Tvøroyri. Tað bleiv einmælt samtykt í løgtinginum á sinni, at eftirskúlin í Suðuroy skuldi byggjast í Hvalba. Allar kommunurnar í Føroyum tóku undir við hesum. Eg dugi sera illa at skilja, at nevndin fyri eftirskúlan er omanfyri løgtingið og allar hinar kommunurnar í Føroyum.

Eftirskúlin hevur verið á óteljandi fundum í kommununi, har hinir bygdaráðslimirnir hava spurt borgarstjóran um, hvussu stóð til við eftirskúlanum, men heldur ikki teir hava fingið nakað svar uppá hetta. Teir bóðu síðan um at sleppa á fund við nevndina á eftirskúlanum, men í  4 ár hevur hetta ongantíð ligið fyri hjá nevndini. Hetta er tí ikki nemt at skilja!?! Eftirskúlin kundi um nakað skapt júst tann fólkavøksturin í Hvalba, sum øll tosa um! Vágs Kommuna er nú eisini komin upp í leikin, tey kundu eisini hugsað sær at fingið eftirskúlan til Vágs.

So tað, eg spyrji, er:

Hví kann man ikki byggja eftirskúlan í Hvalba,  sum upprunaliga ætlað?

Hvør er grundgevingin fyri at flyta skúlan?

Hvar kunnu vit síggja hesa stóru avgerð?

Vinarliga Eyðfinn Thomsen

 

Facebook viðmerking