Múrarafelagið Knáur

Góðu veljarar í Vágs kommunu

Fyri umleið 4 árum síðani gjørdi eg av at fara upp í kommunalpolitikk, tí eg vildi brúka mína tíð og orku saman við øðrum at gera nøkur góð ting fyri Vág; fyri hetta staðið, sum okur øll eru so góð við !

Flestøll vóru í hesum tíðarskeiðinum (árini fram til 2012) hørm og kedd um minkandi fólkatal í Vági, trongu fíggjarligi korini hjá kommununi og afturvendandi keðiligu søgurnar um kreppu og stríð í Suðuroynni og Vági.

Hetta gjørdi eisini, at nýggja býráðsmanningini, sum byrjaði 1. jan. 2013 var til dystin fús at taka stór tøk – og øll vóru greið um, at stór tøk skuldu takast.

Eg haldi, at okur í dag kunnu staðfestast, at Vág hevur megnað at gera ótrúliga nógv góð ting hesi seinastu 4 árini. Góð ting, sum hava broytt Vág til at verða eitt betri stað at liva og virka í. Góð ting, sum hava broytt Vág til at verða eitt sera spennandi og mennandi stað. Góð ting, sum hava sett Vág á Føroyakortið sum eitt undangongustað í Føroyum.

Eg skal ikki her reksa upp øll tey nógvu tiltøkini, átøkini og tingini, sum gjørd eru seinastu fýra árini. Eg vóni at tey flestu er før fyri at meta um hvussu Vág hevur ment seg og hevur gingið nýggjar leiðir hesi árini, við einari langari røð av sólskinssøgum. Lít eisini rundan um teg, og tú sær, hvussu nógv er broytt til tað betra seinastu 4 árini.

Eg eri sjálvur sera fegin um, at okur hava vent gongdini í fólkatalinum. Síðan miðjan 2013 eru okur vorðin umleið 60 fólk fleiri í Vági. 60 fólk eru løgd afturat okkara felags gongu í at gera Vág til eitt enn betur stað, gera Vág til eitt spennandi og mennandi stað.

Eg eri eisini ómetaliga glaður um, at okur hava fingið skil á fíggjarstøðuna hjá Vágs kommunu. Hetta hevur kravt hart miðvíst arbeiði. Og 1. Januar 2017 fer Vágs kommuna at verða so væl fyri, sum kommunan ongantíð hevur verið fyrr, við at kalla ongari skuld. Betraða fíggjarstøðan hevur eisini gjørt tað gjørligt at lækka skattin, hækka barnafrádráttin og lækka barnaansingargjaldið, soleiðis at ein vanlig barnafamilja við ársbyrjan 2017 hevur umleið 10.000 kr. meiri um árið eftir til sín sjálvs í mun til tá valskeiðið byrjaði í 2013.

Jú, í Vágs kommunu eru farnar fram stórar broytingar tey seinastu árini.

Ein søga, sum kanska sigur nakað um tað broyttu Vág, er ein søga, sum Hegga fortaldi herfyri.

Hegga greiddi frá, at hann hevði verið í sjúkraørindum í Danmark. Á sjúklingahotellinum, Hotel Torshavn, búðu nógvir føroyingar, sum vóru í Danmark fyri at fáa sær heilsubót. Okur kenna øll prátingarsama Hegga, men tá tey frættu, at Hegga var vágbingur, so tosaðu norðingarnir ikki um annað enn hvussu nógv Vág var broytt seinastu árini, og um hvussu heilt fantastiska nógv spennandi hendir í Vági, og at tað var áhugavert at fylgja við øllum teimum tingunum, sum okur í Vági arbeiða við. “Í øllum hesum prátinum føldi eg meg heilt fantastiska stóltan av at verða vágbingur”, segði Hegga.

Tann kenslan av stóltleika, sum Hegga hevur, er ein góð kensla. Ein kensla av, at Vág er eitt sera gott stað at verða, at vaksa upp og liva í. Ein kensla av, at okur í Vági eru á røttu kós. Ein kensla av, at Vág gongur undan og vísir øðrum kommunum og økjum í Føroyum fram áleið.

Fyri fýra árum síðani byrjaðu okur øll her á staðnum í felag eina miðvísa gongu at menna Vág, at fáa Vág aftur í fremstu røð. Stevið er gott og framtíðin sær sera spennandi út.

Framburð skapa okur sjálv – tað skal hart arbeiði til, og tann innsatsin eri okur til reiðar at gera !

 

Setið x við LISTA E
Dennis Holm

 

Facebook viðmerking