Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Kommunuvalið tann 8.nov 2016.

Nú fer tann fyrsti og neyvan tann síðsti úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag og eisini sum limur í Føroya Javnaðarflokki.

Hevur man loyvið at blaka fólk av einum lista, tá tað ikki er ein samd nevnd aftanfyri hesa avgerð.

Ongantíð áður og eg meini ongantíð, havi eg sæð ein so primitivan hátt at rikið eitt valstríð uppá.

Tað er skitið, dálkandi, ósakligt, persónligt, háandi, je skal koma eftir ter og tínum agtigt, tað er rætt og slætt til at spýggja av. Vænti eisini at sociali miðilin hevur ein stóran leiklut í hesum skitna spælinum, tað hevur forstyrkt okkum menniskju, at siga okkara meining alment. Tað verður í valstríðnum og av øllum valevnum snakka nógv um tilflyting versus fráflyting, eitt er vist, at hesin mátin sum er brúktur, bestemt ikki nakað uppbyggjandi fyri tey fólk sum her búgva og ei heldur tey sum møguliga hava hug at flyta her til. Vænti tíðanverri, at tað er ov seint at byggja uppaftur tað sum er niðurbrotið og sundirlisið. Ringt er at broyta hugburð og sundurlyndi og eitt komandi nýtt bygda og býráð fær tíðanverri ikki broytt uppá mannlyndi hjá fólki, so fyri tað kann tað vera líkamikið hvør kemur inn.

Í kjakarvørinum av, øllum rokinum sum hevur tikið seg upp í samband við Kommunuvalið á Tvøroyri, skal eg her koma við einum skrivið um, hvussu eg Marit Poulsdóttir havi følt ágang ímóti mínum persóni, bæði persónligt og á facebook. Eg eri fleiri ferðir blivin taggað, har mítt fulla navn er nevnt, har spurningar eru settir við ymiskt sum hevur við kommunuvali at gera, eisini hóast eg hesuferð, als ikki stilli upp til kommunuvali. Hugsi, at vit hava øll børn, makar og familju sum so sanneliga takað sær hettar nær, alt annað vildi verið undarligt. Tey duga øll at lesa og bæði síggja, hoyra og blíva til tíðir konfronteraði við hesum skitna sum politikkur og magt hevur við sær.

Eg havi veruliga følt, at tað hava gingið fyri seg ting og sakir har eg, sum nevndarlimur í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagið mestsum eri hildin uttanfyri, tà tann ” fyri tey rætta” avgerðin skuldi takast. Hettar er tað eg kalli, at rotta seg saman aftanfyri rygginum á mær og Harra Michelsen. Ímóti mær, av tí grund, at tey sólarklár um, at eg einki útistandandi havi við Harra Michelsen.

Tad skal eingin loyna vera, at okur bædi, Kristin og eg, hava havt onkra uppgerd bæði áðrenn og eftir eg kom inn í býráði, og hetta havi eg, persónliga konfrontera hann við og fingið greiði á, tí tað er eftir mínum tykki rættast at gera. Vit eru komin vídari og hava her eftir havt eitt gott samstarv sum floksfelagir í kommunalum høpi.

 

 

 

 

Eg havi nokso ofta verið skýrd sum verandi tann, í so òkritiska tà tað kemur til okkara núverandi borgarstjóra, skal eg vera tað ella??skal eg tað, tí onnur ikki klára upp við hann og tí onnur vilja hava meg at vera tað, takk, tad vil eg fegin takað støðu til sjálv. Takk og lov, eru vit ikki øll altíð einig, men eg havi altið lært, at virða ymiskleikan og tað, at onnur hava eina aðra meining enn eg. Eitt tað týdningarmesta vit sum menniskju eiga at duga, er at kunnað fyrigeva og hyggja frameftir.

Ímeðan undirritaða og Tvøroyrar Býráð vóru norðuri í Vágum og høvdu temadagar um fíggjarætlan fyri 2017, gingu bylgurnar høgt her suðuri, tað var tingast aftur og fram, sett ultimatum, boð vóru send higar og hagar, men eg, Marit Poulsdóttir visti enn einki um hvat egentliga gekk fyri seg handan leiktjøldini. Eg prátaði við onnur í flokkinum og fekk at vita, at man hevði roynt at fingið fatur á mær, á einum telefon-nummari sum eg ikki brúki meir. Eg hugsi, at um ein kundi fáa fatur á býráðslimum rundanum meg, kundi tey evt latið boðini farið víðari til mín um, at tað var blivið ringt til mín og ikki tá tað var lukket og slukket. Vit komu suður týsdag tann 18.okt kl 13 við Smyrli og eg royndi at ringja til formannin í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag fleiri ferð, hann var til arbeiðis og segði, eg ringji til tín, tá eg havi tíð.

Tað var so í ordan, maðurin var jú til arbeiðis. Vit vóru við at leggja at yviri á Krambatanga tá telefonin ringdi og tað bleiv fortalt fyri mær, at nevndin hevði tikið støðu til, at tey ikki mettu Borgarstjóran vera á listanum meir, tí hann ikki hevði sagt frá, um hann framvegis var á listanum, hettar eisini tí, at tey í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag høvdu “hoyrt” at Borgarstjórin hevði “roynt” at sleppa á Borgaralistan. Her hugsi eg um kelduna til tað, at hava hoyrt og at vita nakað heilt konkret, við eini so týdningarmiklari avgerð, um ein persónur skal sleppa at stilla upp á listanum ella ikki. Og ja, tað er líkamikið um hann eitur Kristin Michelsen ella ei, eisini hann skal hava eina viðgerð sum øll onnur í samfelagnum, á ein virðiligan og siðiligan hátt.

Eg fekk via telefon boð um, at ein teldupostur hesum viðvíkjandi bleiv sendur mær, og tað bleiv hann kl 15.34, har tað bleiv boða frá, at nevndin ikki metti Borgarstjóran at vera á javnaðarlistanum meir, tí hann, ikki hevði svarað telduposti og uppringinum hesum fyrispurningi viðvíkjandi. So listin bleiv latin inn til valnevndina uttan hansara navn á. Tað var undirskrivað nevndin í Suð Norðara Javnaðarfelag, men tað var so ikki ein samd nevnd, eg var ávegis suður og annar nevndarlimur var als ikki við á fundinum.

Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag hevur havt 3 uppstillingarfundir og fleiri nøvn vóru skotin upp, eitt nú Kristin Michelsen, og tað var eingin sum segði seg hava nakað ímóti tí. Til tann seinasta uppstillingarfundin hjá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, vóru nakað væl av fólki møtt, bæði garvaðir politikarir, nýggj valevni og nakað av limum. Eg sjálv hevði eitt upplegg, har eg takkaði fyri meg, eg kom við sjónarmiðum um mína tíð í kommunalum høpi, bæði teim positivu og minni positivu, tað var meiri generelt orða og kom eg við tí, sum eg hevði følt eitt sindur órættvíst umtalað, um ávíst mál eg hevði arbeitt við í socialu nevnd.

 

 

Eg veit eisini, at onnur bestemt ikki eru einig við mær, og tað skulu tey eisini hava loyvið til, men fyri meg, er tað sum er hent, bert ein “penur” màti at fáa sitandi borgarstjóra av listanum, planlagt ùr enda í annan, tad sum man evt hopadi uppà fór at henda, hendi og so klappadu øll so hjartans fegin, tí nú slapp man enduliga av aftur við vargin og stemmuslúkarin á listanum, sum annars sitandi formaður í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagi sjálvur gav loyvið á sinnið at koma á listan.

Við hesum veit eg væl, at eg møguliga komi at traðka onkran yvir tærnar, soleiðis er, men eg kann ikki bara standa á síðulinjuni og eygleiða, ímeðan alt er í skeljasorið rundanum meg. Tað má eg so bara takað við. Vinarbond vera allarhelst oyðiløgd og slitin, og tað harmar meg almikið. Eg verið nú allarhelst skýrd sum bæði tað eina og tað annað, men tað er vælsagtans einki annað enn tað, eg havi verið ígjøgnum hesa longu tíðina eg havi sitið í Býráðnum.

Eg skal so eisini við hesum boða frá, at undirritaða Marit Poulsdóttir frá d.d sigið meg úr nevndini í Suðuroyar Norðara Javnaðarfelagið og sum lim í Føroya Javnaðarflokki. Hettar sum er hent og hendur er bestemt ikki javnaðarpolitikkur og eg takið staðiliga frástøðu frá allari hesari persónligu forfylging av ávísum persónum.

 

Tvøroyri hin 07.11.2016

Marit Poulsdóttir