Húsabjálving

Lat okkum standa saman um góðu framgongdina

Nú eru bert fáir tímar eftir til tú skal velja, seta X, um hvør skal sita í kommununi tey komandi árini.


Eg vil ta góðu framgongdina.
Eg vil nýhugsan.
Eg vil at vit tora at seta nýggj ting í gongd.
Hesi fýra árini ið farin eru hava vit skapt trivnað og vøkstur.
Vit hava bøtt um korini hjá barnafamiljum.
Vit hava gjørt tað hugaligari hjá teim eldru. Og nú fara vit eisini inn í samstarv við Reyða Kross um vitjunarvinir og sambinding.
Vit eru byrjaði uppá vegin í Geilini.
Vit hava lækkað skattaprosenti.
Vit hava havt gott samstarv millum allar flokkar og hetta eri eg ómetaliga glað fyri og eisini errin av, vit hava samstarva uttan mun til hvønn flokk vit hava hoyrt til.

Nú stór øsing er um Marghøllina, má eg siga at eg hoyri og skilji væl, um fólk hugsað, at so verður einki annað gjørt uttan aftur okkurt til okkara kæru ítróttarfólk, MEN her fer man skeivur. Tað hava verið tveir kunnandi fundir um Marghøllina, Hon verður bert gjørd um fígging/stuðul kemur í lag. Tá eg hugsi um Marghøllina, tá síggi eg arbeiðspláss, eg hugsi um eina møguliga endurvenjingar miðstøð. Sum nú er, senda vit fólk av landinum til endurvenjing, hví ikki hava endurvenjing her? Øll, ið hava verið úti fyri onkrum skaða hava rætt til endurvejing. Her kundu fysio/ergo- og sjúkrarøktarfrøðingar OG onnur heilsustarvsfólk arbeitt. Um tað eru fólk, sum koma higar til endurvenjingar, so skullu tey hava eitt stað at búgva í, tey skullu hava mat hvønn dag, her eru nógvir møguleikar!

Vit royna at síggja møguleikar ístaðin fyri forðingar. Vágur skal verða eitt enn betri stað at liva, virka og búgva í.

Eg vil ynskja øllum eitt framúr val.

 

Far á val og vel meg. X VIÐ ANNU á lista E

Facebook viðmerking