Húsabjálving

Góðu Vágbingar

Í morgin skulu okur seta krossin, og við honum eiga okur øll eina ábyrgd og ávirkan á , hvat henda skal í okkara kæru heimbygd komandi  4 árini.

Vágur hevur  fingið lut í góðu fíggjarligu gongdini sum hevur verið seinastu árini í Føroyum. Og Vágs Kommuna er í løtuni sera væl fyri fíggjarliga.

Seinastu 4 árini eru stór framstig farin fram á nógvum økjum. Enn er langt á mál, men við einum framhaldandi miðvísum politikki ber til at koma longri fram á leið.

Eg var so heppin at vera partur av Býráðnum hetta seinasta árið. Hetta hevur verið ein sera gevandi og mennandi  tíð við nógvum spennandi verkætlanum.

Hetta hevur eisini bitið meg á tann hátt, at eg fegin vil vera við til at mynda og menna Vág tey komandi 4 árini.

Eg elski henda stað. Og her vil eg liva saman við mínari familju og mínum vinum. Eg vil gera alt tað eg megni fyri at øll í Vági skulu trívast og hava tað so gott sum gjørligt.

Eg vil gera mítt til at børnini og tey ungu hava tað gott og trívast í Vági. Eg trúgvi uppá, at um børn og ung í teirra uppvøkstri og menning hava eitt gott minni um Vág, ja so vilja tey gera alt fyri at venda aftur til heimstaðið.

Ítrótturin hevur altíð havt mín áhuga. Tað er her okur fáa vinir og góð minnir. Høllin og vøllurin á Eiðinum hava stóran týdning fyri trivna og menning av okkara ungu til stóra gleði fyri onnur. Høllin er dagførd og næsta stigið er at dagføra vøllin og VB-húsið.

Kappróðrarfelagið setti aftur í ár Vág á Føroyakortið, og eg vil stuðla teirra ætlanum um at betra um karmarnar hjá kappróðrinum í Vági.

Pálshøll er eitt frambrot fyri seg í Føroyum. Og við eini Marghøll skapa okur karmar fyri menning og trivna fyri okkum øll.

Eg gleðist um góðu karmarnar okkara eldru borgarar hava. Eg vil tó fegin arbeiða fyri, at nærleiki verður ein størri partur av dagligdegnum hjá okkara eldru.

Eg vil vera við til framhaldandi at fríðka um Vág.

Eg vil vera við til at skapa karmar til vinnuna og á ymiskan hátt stuðla vinnuni har tað er gjørligt.

 

Í Vági er gott at vera og eg vil tryggja góðu gongdina.

 

Við ynskjum um eitt gott val

 

X við Eyðbritt

 

Facebook viðmerking