Hans Jacob og Egill vunnu 26. umfar í sjavs

Tórskvøldið 6. sept. var 26. umfar í sjavs í VB-húsinum. Og vinnararnir vóru, eins og teir vunnu 25. umfar, Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson.

Úrslitið av 26. umfari førir við sær, at Petur Muller nú er á odda við 30 stigum, Hans Jacob Bech hevur 29 stig, meðan Magni Augustinussen hevur 24 stig.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Úrslitið av 26. umfari var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør

Nr. 2. Kathrina Borgardal og Petur Muller, 3 stig hvør

Nr. 3. Hergeir Olsen og Páll Lervig, 2 stig hvør

Nr. 4. Jens Pauli Thomsen og John Jacobsen, 1 stig hvør.

Næsta kapping verður aftur tórskvøldið 13. sept. kl.18.30, og spælt verður vesturi í VB húsinum.

Facebook viðmerkingar