Ráðgeving í sambandi við byggimálsviðgerð

Størv Tíðindi

Hvalbiar Kommuna ynskir at fáa inn tilboð um ráðgeving til byggimálsviðgerð.

Tilboð skulu fevna um ráðgeving í samband við byggimálsviðgerð hjá kommununi eftir nýggju bygningskunngerðini (BK17). Hvalbiar Kommuna hevur í miðal umleið eitt byggimál um mánaðin.

Miðað verður eftir at hava ein veitara av ráðgeving til byggimálsviðgerð. Kommunan tilskilar sær tó rætt til at velja ymiskar veitarar til ymisku uppgávurnar, í tann mun, at ein tilboðsgevi ikki hevur førleika til at loysa allar uppgávurnar í byggimálsviðgerðini ella um aðrar orsøkir eru.

Tilboð skulu innihalda lýsing av fyritøkuni / einstaklinginum, herundir útbúgving og hvørjar royndir viðkomandi hevur við bygningskunngerðini og byggimálsviðgerð. Tilboð skulu somuleiðis innihalda ein tímaprís (møguliga mánaðarprís).

Innkomnu tilboðini verða vektað eftir góðsku, prísi og arbeiðshátti, har samlað verður mett um prís og førleikar hjá veitarum og teimum starvsfólkum, ið verða knýtt at uppgávuni, herundir útbúgvingar og royndir.

Tilboðini skulu vera Hvalbiar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. oktober 2018 kl. 12.00. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hvalbiar Kommunu tlf. 37 50 33.

Hvalbiar Kommuna tilskilar sær rætt til ikki at taka av innkomnum tilboðum.

Hvalbiar Kommuna
Bíarvegur 2
FO-850 Hvalba
hvalba@hvalba.fo

Facebook viðmerkingar