Bank Nordik

Bar ikki til at skipa býráðið á Tvøroyri í gjárkvøldið

Fyrst valdi á kommunustýrisvalinum í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, hevði í gjárkvøldið kallað saman til skipanarfund av nýggja býráðnum, eins og forskrivað er í Kommunustýrislógini.

Men tá fundurin varð settur í gjárkvøldið kl. 21.15, so vóru bert umboðini fyri Kommunulistan og Borgaralistan møtt á fundi. Hvørki tey valdu ella eyka-valdu umboðini fyri Javnaðarflokkin møttu á fundinum.

Hetta merkti eisini, at býráðið ikki kundi skipast.

Í §12 í Kommunustýrislógini stendur, at nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum. Eisini stendur, at kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi – og um tað berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast.

 

Í gjárkvøldið uppstoð sostatt tann støðan, at 3 av 7 valdum kommunustýrislimum ikki møttu á innkallaða skipanarfundinum, og av somu orsøk bar ikki til at skipa nývalda býráðið.

Ikki er greitt nær nývalda býráðið á Tvøroyri verður skipað, men greitt er, at sambært lógini skal hetta gerast áðrenn ársskiftið.