Tilmelding til FM í innandura fótbólti 10. nov. 2018

Ítróttur Tíðindi

Leygardagin 10. nov. 2018 verður FM í innandura fótbólti í Marghøllini í Vági. Kappingin er fyri leikarar í bestu- og næstbestu deildini.

Kostnaður
Tað kostar 450 kr. fyri hvønn leikara at luttaka í FM í innandura fótbólti.
Íroknað gjaldinum er
• luttøkugjald til kappingina
• ábit um dagin
• veitsla um kvøldið
• dansur um náttina.

Um veitsla og dansur verða frávald, er kostnaðurin 350 kr. pr. leikara.
Allir luttakarar skulu hava goldið í seinasta lagi 1. november 2018.

Góðir vinningar verða til vinnandi liðini.

Á leinkjuni niðanfyri ber til at melda til kappingina. Eru ivamál ella spurningar, so ber til at seta seg í samband við Jens Petur Brattalíð (jenspetur@marghollin.fo ella tlf. 285000).

Tilmelding til FM í innandura fótbólti 10. nov. 2018

Facebook viðmerkingar