Bank Nordik

Maskinførari til grótbrotið í Porkeri   

Landsverk søkir eftir maskinførara til grót- og skervverkið í Porkeri.

 

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:

  • at reka og viðlíkahalda skervverkið
  • at koyra entreprenørmaskinur
  • annað fyrifallandi arbeiði í Porkeri

 

Roknast má við, at skula hjálpa til á øðrum arbeiðsliðum hjá Landsverki, tá tørvur er á tí.

 

Førleikakrøv                          

Royndir innan oman fyri nevndu uppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó skalt tú hava vanligt koyrikort.

 

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

 

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

 

Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð.

 

Umsóknir
Umsókn og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu, www.landsverk.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. desember 2016.

 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Teddy Johannesen, formaður á tlf.  290 703 ella tejo@lv.fo.