Nógv “Ruddaðu Føroyar” leygardagin

Tíðindi

Leygardagin var stóra tiltakið “Rudda Føroyar” á skrá. -Og í Suðuroynni vóru nógv fólk kring alla oynna og ruddaðu leygardagin.

Á Tvøroyri (myndin) ruddaðu nógv fólk á trimum útvaldum  støðum kring fjørðin. Í Vági ruddaðu Ítróttaháskúla-næmingar fríggjadagin og leygardagin vóru fólk eisini og ruddaðu, m.a. skipaði rørslufelagið Hvistan fyri felags ruddingarátakið.

Á myndini síggjast fólk, sum ruddaðu í Holmssundi við Trongisvágsfjørð.

Myndina tók Súsanna Bertholdsen.

Facebook viðmerkingar