Húsabjálving

Dennis Holm: Støðan í Suðuroynni má takast í størri álvara!

Nú Fíggjarlógin fyri 2017 komandi dagarnir aftur er til viðgerðar í Løgtinginum, og verður endaliga samtykt innan stutta tíð, so er neyðugt at minna á, at støðan í Suðuroynni má takast í stórum álvara – ja, í nógv størri álvara, enn fólk kanska geva sær far um !


Fólkatalið í Suðuroynni er seinastu 30 árini minkað heilt nógv. Við ársbyrjan 1985 búðu tað 5.881 fólk í Suðuroynni. Við ársbyrjan 2016 vóru okur 4.584 fólk í Suðuroy. Talan er um eina minking á umleið 1.300 fólk.

Broytingin í fólkatalinum svarar til, at tað eftir 30 ára skeiðið 1985-2016 búðu nøkur fá fólk, eini 50 í tali, í Vágs kommunu. Verður samanborið aftur í tíð, so hava tað ikki búð so fá fólk í Suðuroynni síðani áðrenn 1920, so fá fólk í eini 100 ár !

Seinastu 30 árini er fólkatalið minkað við 22%, men verður hugt nærri eftir tølunum, so eru tey heilt alarmerandi – og tað kann ikki endurtakast nóg ofta, hvussu alarmerandi tølini eru !

 

Høvuðsgrundarlagið minkar og minkar!
Serliga alarmerandi er, at talið av kvinnum í burðarførum aldri (15-49 ár) – orsaka av fráflyting og færri føddum børnum – er minkað við næstan 33% seinastu 30 árini.

Ikki bara eru tað færri kvinnur í burðarførum aldri í Suðuroynni, men tað verða eisini fødd lutfalsliga færri børn í Suðuroynni enn í landinum sum heild.

Føðitíttleikin í Suðuroynni er lægri enn í landinum sum heild. Roknaður pr. 1.000 íbúgvar blivu tað í 2015 í Suðuroynni fødd 9,2 børn pr. 1.000 fólk (42 børn í mun til 4.584 fólk), meðan tað í Landinum sum heild í 2015 vórðu fødd 12,4 børn pr. 1.000 fólk. Í 1985 var føðitíttleikin í Suðuroy 15,2 børn pr. 1.000 fólk.

Burðaravlopið í Suðuroynni er væl lægri enn í landinum sum heild. Roknað pr. 1.000 fólk, var burðaravlopið í Suðuroynni í 2015 negativt við -1,7 pr. 1.000 fólk (tvs. at tað doyðu fleiri enn tað blivu fødd), meðan burðaravlopið í Landinum sum heild var 4,7 pr. 1.000 fólk.

Greitt er, at sum gongdin er nú, so minkar høvuðsgrundarlagið undir fólkatalinum í Suðuroynni.

Vit eru komin væl inn í fyrstu umferðunum í einari óndari ringrás, har fólkatalið fer at minka og minka ár um ár – um ikki eitt hvørt munagott hendir.

 

Fleiri eldri, men nógv færri ung!
Verður hugt eftir ymisku aldursbólkunum, so er tað eisini sjón fyri søgn, at fá ung leggjast afturat, meðan tey eldri gerast lutfalsliga fleiri.

Aldursbólkurin av teimum, sum eru yngri enn 20 ár, er seinastu 30 árini minkaður við næstan einari helvt. Í 1985 vóru tað 1.960 børn og ung í hesum aldrinum, við árslok í 2015 vóru tey 1.123.

Somu viðurskifti eru galdandi fyri tey, sum eru í aldrinum 20-39 ár. Hesin bólkurin er minkaður við útvið 40%. Í 1985 vóru tað 1.528 fólk í hesum aldursbólkinum, við árslok í 2015 vóru tey 949.

Verður hugt eftir teimum miðaldrandi, tey, sum eru frá 40-64 ár, so er hesin aldursbólkurin onki broyttur. Í 1985 vóru tað 1.528 fólk í hesum aldrinum, við árslok 2015 vóru tey 1.533.

Og verður so hugt eftir eldra ættarliðnum, tey sum eru 65 ár og eldri, er vaksin. Í 1985 vóru tað 865 fólk í hesum aldrinum í Suðuroynni, við árslok 2015 vóru tey 979.

Gongdin í Suðuroynni er heilt greið. Talið av ungum fólkum minkar í hvørjum, meðan tað gerast alsamt fleiri eldri fólk. Við tíðini koppar byrðan, og tá er trupult at rætta upp aftur!

 

Nógv fleiri menn enn kvinnur
Afturat púra skeiva aldursbýtinum í Suðuroynni kemur eisini eitt skeivt kynsbýtið – eins og víst í myndini niðanfyri.

aldurspyramida-fyri-suduroy-1985-og-2016

Tilsamans eru tað umleið 300 færri kvinnur enn menn í Suðuroynni. Serliga skeivt er kynsbýtið í yngru árgangunum. Ein av orsøkunum er, at kvinnur í størri mun enn menn fara undir hægri útbúgving, og merkir hetta eisini, at kvinnurnar flyta úr Suðuroynni í útbúgvingarørindum – og nógvar koma tíverri ikki aftur ! Hetta merkir eisini, at tað er onki sum bendir á, at skeiva kynsbýtið ikki fer at versna.

Verður hugt eftir støðuni í Vágs kommunu, so eru tað bara 20 kvinnur eftir í aldrinum 25 til 29 ár, og tað búgva 1.350 fólk í Vági !

 

Arbeiðsloysið og minni virksemi enn í Landinum sum heild !
Meðan vit hoyra um, hvussu stór ferðin á búskapinum er í Landinum sum heild – og at ferðin er so stór, at politiski myndugleikin má inn at seta “ferð-tálmandi-tiltøk” í verk – so hava vit ikki sama “luksus-trupulleika” í Suðuroynni.

Umframt stóru avbjóðingarnar við gongdini í fólkatalinum, so er arbeiðsloysi í Suðuroynni lutfalsliga høgt, tá samanborið verður við restina av landinum.

Arbeiðsloysi í Suðuroynni var í august 4,9%, sum er 3% hægri enn í øllum øðrum økjum í landinum, undantikið í Suðurstreymoy, har arbeiðsloysi var 3,1%. Í mun til øll onnur økið í landinum, er arbeiðsloysið í Suðuroynni ikki minkað seinastu 12 mánaðirnar (Kelda Hagstova Føroya).

Í Vági bendir alt á, at arbeiðsloysið fer at vaksa uppaftur meiri tíðliga komandi vár, tá Bakkafrost virkið steðgar upp vegna rávørutrot í februar/mars. Samstundis tykist greitt, at turkivirkið Faroese Apama, byrjar ikki virksemi aftur. Frá at umleið 80-90 fólk arbeiddu á havnalagnum í Vági í november 2015, verða tað í apríl 2017 eini 10-15 fólk til arbeiðis. Arbeiðsloysið í Vági fer væntandi upp um 12% í mars / apríl 2017.

Verður hugt eftir inntøkunum hjá kommununum í Suðuroynni, so eru inntøkurnar hjá kommununum í Suðuroynni sum heild væl lægri enn aðrastaðni. Verður Vágs kommuna tikin sum dømi, so vóru skattainntøkurnar pr. persón í 2015 umleið 41.900 kr., meðan skattainntøkurnar pr. persón í Eysturkommunu sama árið vóru 52.150 kr., ella umleið 25% hægri í Eysturkommunu. Somu viðurskifti eru galdandi fyri útgoldna partafelagsskattin, sum í Eysturkommunu í 2015 var 10,6 mió. kr. ella 5.250 kr. pr. persón í Eysturkommunu, meðan partafelagsskatturin í Vágs kommunu í 2015 var 0,9 mió. kr. ella 674 kr. pr. persón í Vágs kommunu (Kelda: Fíggjarmálaráðið). Um samanborið verður við Tvøroyrar- og Hvalbiar kommunu, so er søgan tann sama. Leggjast kann afturat, at í 2015 var landsmiðal skattainntøkan pr. persón í kommununum 43.225 kr. og var tað í Suðuroynni bara Tvøroyrar kommuna, við 44.263 kr. í skattainntøku pr. persón, sum lá omanfyri landsmiðal.

Avbjóðingin í Suðuroynni er bæði, at tað er minni virksemi enn í landinum sum heild, samstundis sum tað eru lutfalsliga fá størv til útbúgvin fólk. Sostatt manglar bæði virksemi til fólk, sum búgva í Suðuroynni, samstundis sum tað mangla størv til fólk, sum kundu hugsa sær at flutt aftur.

 

Mugu hava fokus á at skapa fleiri størv í Suðuroynni !
Nú Fíggjarlógin fyri árið 2017 er til viðgerðar, so er alneyðugt, at seta fokus á at fáa skapt fleiri størv í Suðuroynni. Hendan veruleika hava vit í Suðuroynni eisini tikið í álvara.

Arbeitt verður við verkætlanum, sum bæði skulu føra við sær at minka um ferðina á skeivu gongdini – og vónandi eisini at skeiva gongdin spakuliga fer at venda til eina gongd rætta vegin.

Ein røð av verkætlanum eru settar í gongd lokalt. Fokus er á bæði ferðavinnu-menning, menning av lokala vinnulívinum, menning av nýggjum vinnum við ígongdsetarastuðli og íverksetaraskipanum. Privata vinnulívið tekur eisini stór tøk.

Nýggj skúla-projekt eru sett ígongd við sera góðum úrslit, bæði á Fjarlestrardeplinum og á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Umframt at skapa útbúgvingarmøguleikar, so skapar hetta eisini størv til fólk í Suðuroynni, og eru fólk eisini flutt til Suðuroyar at arbeiða á Ítróttaháskúlanum.

Ikki minst, so hava lokalu átøkini ført við sær eitt bjartskygni, sum spakuliga sæst aftur í gongdini í fólkatalinum, um ikki annað, so í nøkrum kommunnum. Tí hava hesi átøk eisini nógv størri týdning enn bara at skapa størv!

Hjá Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum liggur í løtuni ein umsókn um at fáa stuðul á 1,07 mió. kr. til at byrja virksemi á Ítróttaeftirskúla eftir sama leisti sum Ítróttaháskúlin í Suðuroy og í samstarvi við Ítróttaháskúlan. Ítróttaeftirskúlin førir við sær størv til 4-6 fólk, bæði útbúgving og ófaklærd – og ikki minst ringvirkningar í økinum. Fullfíggjaða uppskotið til Ítróttaeftirskúla í Suðuroy liggur á heimasíðuni hjá Løgtinginum undir Fíggjarnevndin.

Men nú Fíggjarlógin fer til 2. viðgerð, kann bara staðfestast, at tað ikki er rúm fyri Ítróttaeftirskúlanum í Suðuroy. Tað harmar almikið, at hetta mál nú er vorðið til eitt mál, sum av ivasomum orsøkum ikki verður tikið við á Fíggjarlógini fyri 2017.

 

Afturvendandi søga, sum ongin tekur í álvara !
Í 1999 var fyri fyrstu ferð veruliga sett fokus á avbjóðingarnar hjá ymiskum økjum í landinum, ikki minst Suðuroynni, tá nevnd varð sett at skriva Økismenningarálit. Í 2004/2005 varpaðu búskaparfrøðingurin Magni Laksáfoss og samfelagsfrøðingurin Jógvan Mørkøre aftur ljós á avbjóðingarnar við fólkatalinum, manglandi virksemi og arbeiðsloysi í Suðuroynni – og lagt varð upp til at gjøgnumføra Vakstraravtalu fyri Suðuroynni í 2006. Í 2007 og aftur í 2009 varpaði Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning aftur ljós á avbjóðingarnar við fólkatalinum í Suðuroynni. Seinastu 4 árini hava avbjóðingarnar við fólkatalinum í Suðuroynni – og hartil vinnuligu avbjóðingarnar verið frammi í fleiri umførum.

Søgan um avbjóðingarnar í Suðuroynni er ein afturvendandi søga, men tað tykist ikki sum nakar søguna ella støðuna í álvara!

Hvørja ferð støðan í Suðuroynni hevur verið til umrøðu, hava landspolitikkarar tosað um, at nú mugu átøk fremjast, lógvatøk takast við suðuroyingar og Suðuroyggin er í serstøðu, sum krevur serliga viðgerð. Umrøða sum Løgmaður eisini hevur verið partur av, so seint sum í heyst.

Í flestu førum er tó lítið hent. Tá ítøkilig gongd skal setast á, verða oftani funnar fleiri forðingar enn møguleikar í at virka fyri menning av Suðuroynni.

Eitt afturvendandi evnið frá landspolitiskari síðu hevur verið, at initiativið má koma úr Suðuroynni, og tá slík initativ koma, so skulu tey nokk fáa stuðul.
Nú liggur eitt gott iniativ á borðinum í Fíggjarnevndini við umbøn um lítla játtan á Fíggjarlógini; eitt initiativ um Ítróttareftirskúla í Suðuroy, sum skal leggjast afturat Ítróttaháskúlanum í Suðuroy – sum telist millum sólskinssøgurnar á skúlafrontinum seinastu árini.

Fíggjarlógin er uppá nærum 6.000 milliónir krónur. Avlopið er 210 milliónir krónur. Og tað tykist ikki bera til hjá samgonguni at játta 1 milliónir krónur til Ítróttaeftirskúlan í Suðuroy; um ikki annað við teirri treyt, at játtanin ikki kann útgjaldast uttan alla neyðuga góðkenning frá Mentamálaráðnum, eins og forskrivað í Eftirskúlalógini.

Ein av kjarnunum í samgonguskjalinum er “einar javnari Føroyar”, ikki er neyðugt at leita longi fyri at finna argumentir fyri at ein játtan til Ítróttaeftirskúla í Suðuroy kann virka við til, at Suðuroyggin fær lut í “teimum javnari Føroyum”, sum landsstýrissamgongan ætlar at virka fyri.

Vóni at Landsstýrið og Løgtingið taka lógvatøk saman við okkum og virka fyri menning í Suðuroynni.

 

Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna

Facebook viðmerking