Húsabjálving

Dennis Holm: Altíð gott at hava eitt ES í ermuni!

Søgan endurtekur seg, verður sagt – og tað er jú eisini gott at hava eitt ES í einari ella báðum ermunum, tá spælið skal spælast.

Í Suðuroynni kenna okur ES’ini væl, tey verða ikki so sjáldan brúkt av landspolitikarum, tá tey ikki ynskja at taka støðu til viðurskifti í Suðuroynni ella ynskja at steðga verkætlanum, sum eru komar úr Suðuroynni.

Tvey av ES’unum kenna okur so sera væl. Tað eina ES’ið – Tey í Suðuroynni eru nøkur klandirsvætti og klandrast so illa, at tað oyðileggur alt fyri tey sjálvi – verður brúkt javnan. Hitt ES’ið – Suðuroyggin má leggjast saman til eina kommunu áðrenn Landið ger nakað sum helst við málið – er eisini uppi at venda av og á.

ES’ini koma oftast í spæl, tá landspolitikarar vilja sleppa undan at taka støðu til ítøkilig viðurskifti í Suðuroynni.  Divide et impera (divide and rule, del og hersk) er jú ein aldargamal kendur taktikkur, sum eisini riggar væl, tá man ynskir at sleppa undan at taka støðu til ella at steðga verkætlanum.

Í útvarpinum hjá KVF ónskvøldið varð ført fram, at vit í Suðuroynni bara vilja klandur og eru nøkur klandursvætti – og at stig bara eru tikin til Ítróttaeftirskúla fyri at yvirhála eftirskúla ætlanina á Drelnesi / í Hvalba.

Lat meg sláa fast einaferð með alla: Ítróttaeftirskúlin í Suðuroy er IKKI stovnaður fyri at skapa klandur við nakran sum helst. Ítróttaeftirskúlaverkætlanin er á ongan hátt í klandri við eftirskúlan á Drelnesi / í Hvalba.

Eg vil eisini sum suðuroyingur frábiða okkum um hetta afturvendandi argumentið um klandur í Suðuroynni verður varpað út. Okkara orka fer ikki til klandur, men fer til at stríðast fyri at oyggin kann yvirliva.

 

Tveir heilt ymiskir eftirskúlar

Eg havi sagt tað fleiri ferðir, talan er um tveir heilt ymiskar eftirskúlar, tvey heilt ymisk konsept, ikki minst fíggjarliga.

Í mun til ætlaninar um Eftirskúla á Drelnesi / í Hvalba, so er Ítróttaeftirskúlin ein eftirskúli við sterkum málrættaðum fokus á ítrótti og atknýttum fakum. Harumframt verða 4 “kravdar” lærugreinum í 10. flokki við í undirvísingarætlanini (føroyskt, danskt, enskt og rokning). Ítróttaeftirskúlin kemur at hava í mesta lagi 48 næmingar – og byggir á sera góðu royndirnar við Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Eftirskúlin a Drelnesi / í Hvalba ætlar sambært Eftirskúlaálitinum at bjóða út 25-30 breytir til 80 næmingar. Breytirnar eru sambært Eftirskúlaálitinum: Træ-verkstað, Jarn-verkstað, Plátu-verkstað, Motor-verkstað, Glasverkstað, Maritima innlæring, Media (filmsgerð), KT-forritan, Foto, Drama, Teatur, Tónleik, Sang, Dans, Studio, Myndlist, Listasøgu, Ítrótt, Svimjing / kaving, Vælveru, Seyming, Hondarbeiði, Sniðgeving / design, Illustratión, Tekning, Skulptur, 3D verkstað.

So talan er um heilt hvør sín eftirskúla !

Næmingar, sum velja at fara á ”ein spískan” Ítróttaeftirskúla høvdu ikki valt ein breiðan eftirskúla.

Harumframt er annar høvuðsmunur, at Ítróttaeftirskúlin í Suðuroy søkir um 1,07 mío. Kr. fyri at byrja í august 2017. Ein nýggjur eftirskúli við næmingaheimi fyri 50-70 mió. kr. skal ikki byggjast fyri at fara í gongd, eins og ætlanin er á Drelnesi / í Hvalba.

Ein annar heilt avgerandi munur er, at verkætlanin við Ítróttareftirskúla – tvs. lýsing av innihaldinum, vikuskema, frágreiðing um hølisviðurskiftini, reglugerðir fyri skúlan og næmingar, undirvísingarætlan, fíggjarætlan, viðtøkur fyri Ítróttaeftirskúlan os.fr. (øll lógarkrøv) – er latin Mentamálaráðum 27. Sept. 2016 og er klár at viðgera og góðkenna, soleiðis at Ítróttaeftirskúlin kann taka næmingar inn í august 2017.

Ætlanin er at byggja nýggjan eftirskúla við næmingaheimi á Drelnesi / í Hvalba. Skal Landið byggja, so ganga tað fleiri ár áðrenn hesin eftirskúlin er klárur at taka ímóti næmingum (ongir pengar eru settir av til byggjarí í 2017), og verður tað neyvan fyrr enn í august 2020/2021, ella um 3 til 4 ár.

Ein annar týðandi táttur: Í eftirskúlaálitunum báðum verður staðfest, at tað eru pláss fyri í øllum førum 3-4 eftirskúlum í Føroyum. Og tá talan er um tveir heilt ymiskar eftirskúlar, til tveir heilt ymiskar málbólkar, og við tveimum heilt ymiskum útgangspunktum, so er tað als ongin forðing fyri at báðir skúlar kunnu setast á stovn.

 

Lat okkum í Suðuroynni standa saman um báðar eftirskúlarnar!

Løgmaður hevur verið frammi í oktober og sagt, at støðan í Suðuroynni er serlig, tí her er arbeiðsloysi hægri enn aðrastaðni í Landinum. Inntøkurnar í Suðuroynni eru lægri enn aðrastaðni, bæði hjá fólki og kommunum. Fólkatalið minkar – er vaksið eitt lítið sindur aftur nú, men tað sær ikki gott út, tí teir týdningarmestu aldurbólkarnir av kvinnu eru minkaðir so heilt óvanliga nógv.

Eg havi sent áheitan til Kristin Michelsen, sum situr í einari lyklastøðu í fíggjarnevndini í Løgtinginum, um at lata okkum í Suðuroynni standa saman og fáa báðar eftirskúlarnar, bæði Ítróttaeftirskúlan og nýggja eftirskúlan, sum skal byggjast í norðaru helvt.

Veruleikin er, at okur í Suðuroynni hava brúk fyri øllum størvum, sum okur á nakran hátt kunnu fáa til Suðuroyar (tí støðan er alamerandi). Ein Ítróttaeftirskúli við 48 næmingum gevur eini 6-8 størv. Ein breiður eftirskúli til 80 næmingar gevur eini 12-14 størv. Í báðum førum er talan um størv til bæði útbúgvin og ófaklærd fólk.

Landið og landsstýrissamgongan hevur víst áhugað í at virka fyri menning í Suðuroynni. Tí eigur ikki at verða nøkur forðing fyri at ein ”bíligur” Ítróttaeftirskúli byrjar í august komandi ár, samstundis sum tann størra verkætlan við nýbygdum eftirskúla verður gjøgnumførd, sum ætlað, yvir tey næstu 3-4 árini.

 

Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna