Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Námsfrøðingur til Ungdómshúsið í Vági

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi til ungdómshúsið í Vági frá 1. januar 2017.

Vit vænta at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt, er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.

 

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið eru í støðugari menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á tilboðið.

 

Setanarviðurskifti

Starvið eri normeraði til 25 tímar um vikuna.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

 

Skrivlig umsókn skal verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi Tórsdagin 29. desember 2016 kl. 12.00

 

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

 

Meira fast at vita um starvið við at venda sær til Annu Mariu E. Jacobsen, leiðara, telefon 239343 ella eikilund@vagur.fo

 

Facebook viðmerking