Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Okur eru ikki javnsett her suðri!

Er hettar virkuliga javnaðarpolitikkur?

Tað er løgið, sera løgið. At fíggjarnevndin er íiva um latast skal nakað av peningi til einkomandi ítróttareftirskúla í Vági, sum vágbingar hava tikið stig til. Sum so mangt annað, tí hjálpin kemur ikki úr hesari samgongu, hana fremja okur sjálvi.

Jú ein skannari til sjúkrahúsið í oynni, er áfíggjarlógini fyri 2017. Sera vánaligar raðfestingar. Okur hopa og rópa um hjálp hersuðri, 80 % av býráðslimun í Vági eru úrJavnaðarflokkinum og Tjóðveldinum. Javnaðarflokkurin hevur havt rimmar val her suðri í áravís. Hvat fáa okur afturfyri, nemliga einki!  Hetta er ikki ein eftirskúli fyri vágbingar ella suðuroyingar, men fyri allar føroyingar.

Tað at ein fíggjarnevdarlimur, Kristin Michelsen sum er ivasamur um 1 millión kann latast, til ein komandi ítróttareftirskúla í Vági, hettar er sera ódámligt. Kristin er hóast altvaldur at umboða alt føroya fólk.

Talan er jú ikki um 60 til 80 milliónir kr, sumeitt nú komandi eftirskúlin á Tvøroyri / Hvalbakemur at kosta og hettar er hvør sín ætlan. Eg hopi, at hann eisini kemur, men øll vita, at tann eftirskúlin, hevur verið ein politisk telving í eini 30 ár ella har á leið. Okur hava eitt klokkuklárt projekt, sum krevur ein litlan startkapital. At koyra hettar mál út sum klandur her suðri, er sera lágt av okkara fólkum sum stýra.

At løgmaður enn ikki hevur hug at blanda seger kanska skiljandi, men hann er also ikki bertløgmaður fyri miðstaðarøkið og norðanfyri, men fyri allar Føroyar.

Somuleiðis, er fyrst í gjár gjøgnum útvarpið, at Landstýriskvinnan á økinum Rigmor Dam úr sama flokki, letur orð frá sær, um hetta framúrgóða projekt. Hvat hendir, jú hon koyrir alt út sum klandur, millum sunnara og norðara helvt av Suðuroy, uttan at síggja hvat gott hettar framúr projekt kann gera og geva okkum, sum veruliga treingja til tað.

Suðuroyggin er gloymd politisk og tey sum stýra, royna at knúsa niðir, ístaðin fyri, at rætta hondina út til eina søkkandi skúti.

Sera vánaligur politikkur og sera ódámligt, um ein hugsar um støðuna í Suðuroy.

Hvar er nú sosialdemokratiskur politikkur og hvar eru lyftini um einar “javnsettar Føroyar”,sum Javnaðarflokkurin og samgonguflokkarnar reypa sær av í samgonguskjalinum. Tit i valda kenna væl okkara fallandi støðu í Suðuroy og restina hevur Dennis Holm borgarstjóra í Vági, útpensla fyri tykkum hesar seinastu dagar í miðlunum og í samskifti við tykkum.

Uttan stórvegis hjálp frá øðrum enn suðuroyingum fingu vit Páls høll. Hon er ikki tilegna einans suðuroyingum, men øllum føroyingum sum hava tíð og hug at nýta hana til sínar aktivitetir. Og tey eru sannilga vælkomin. At suðuroyggin haltar nakað aftaná restina av landinum er eisini væl kent.

Í sunnari helvt hava vit fáar kvinnur í burðurdygdum aldri, og nógv av teimum ungu, ið lúka student- ella HF prógv, fara út í heim tilvíðari útbúgving, og koma tey til landið, búseta tey seg í miðstaðarøkinum, tí tey hava ikki møguleikar heima hjá okkum í suðri.

At vit her suðuri mugu hugsa øðrvísi, alternativt, er veruleiki, tí nýtt vinnulív er sera trupult at byrja, vit hava, tíverri, ongan íverksetararáðgeva, og orsaka av sambandinum eru fólk við hugi og áræði ivasom.

At vit so hava megnað at fáa Pálshøll, fjarlesnaðardepil, ítróttarháskúlan osfr, er sjálvandi sera, sera viðkomandi fyri okkum, og vísir so sanniliga dirvi, áræði og samanhald. Hettar burdi Javnaðarflokkurin jú allarmest virt og stuðla undir. Men takk til minnilutan í fíggjarnevndini, sum einki hevði ímóti hesari ætlan og fegin vil stuðla.

Tað sum liggur í kortunum nú er, at samstarv og samanhald er lykilin til eina oyggj, sum ikki er tætt at meginøkinum sum møguligt. Vit muga hava álit á okkum sjálvum, og gera tað sum krevst, fyri at tæna okkara borgarum, sum hava slitið seg til sítt. Tey hava lagt lunnar undir tí vit hava, og okkara uppgáva er at varðveita teirra visiónir og kærleika fyri oynna.

Vit vita væl at vit ein eftirbátur tá tað snýr seg um samskiftið á vinnuliga økinum. Ein norðoyingar setur seg í sín bil, og ein tíma seinni situr viðkomandi í flogfarðinum av landinum. Somuleiðis við miðstaðarøkinum.

Ein sumbingur skal upp á hálvari nátt, og ferðast í tímar fyri at náa tað sama. Tí er tað avgerandi fyri oynna, í hvussu so sunnara part, at varðveita tað sum er jaligt ikki bert fyri vágbingar men allar Føroyar. Um onkur oyggjabúgvi er øvundsjúkur og vil hava tað heila, sigur mest um muruna teimun sjálvum.

Men, at ein heilur flokkur og samgonga, skal gera tað sama er totalt langt úti og drepandi fyri okkum sum her búleikast. Politikkurin í løtuni er so ikki í tráð við tey virði, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri, at vit øll skulujavnsetast. OKUR ERU IKKI JAVNSETT HER SUÐRI.

Okur merkja ikki ein pinn til højkonjunkturin í landinum og útjavningarpolitikkur er eingin, atmerkja her hjá okkum. Hetta er niðurbrótandi tankagongd og fullkomiliga vitleyst.

Løgmaður má koma uppí leikin og okkara umboð í landstýrinum, Henrik Old og Sirið, tey mugu gera sína ávirkan galdandi, tí vit vilja varðveita tað vit byggja upp.

Minst til at yvirtøkan av eldraøkinum ávirkar stórliga okkara fíggjarliga førleika, so tað vit biðja um, er bert ein lítlan stuðul til at haldafram við tí sum trúgva uppá, ikki bert fyri okkum, men fyri øllum Føroyum. Tað fyrsta skeiðið við ítróttaháskúlanum vísti seg ateydnast sera væl, so hví ikki halda fram ogbyggja uppá henda tráin við einum ítróttareftirskúla í verandi umhvørvi og lokalitetum.

Hvat skal skal annars til, fyri at tit síggja ljósið og skilagóða dirvið sum okur vágbingar hava, er tað ikki logikkur ella hvat?

1 millón av 6 milliardum fer neyvan at føra til at Føroya fara á reyvina.

Tak tykkum saman í fíggjarnevndini og í samgonguni, síggi tað jaliga í tí vit gera, tí taðer eisini fyri tykkum norðanfyri, tað er fyri allar føroyingar.

 

Eftir Levi Mørk, limur í Javnaðarflokkinum og komandi býráðslimur í Vági.

 

 

Facebook viðmerking