Húsabjálving

KVF – ein viðmerking

Í Degi & Viku 19. desember bar Kringvarp Føroya tey tíðindi, at viðgerðin av fíggjarlógini dró út, tí at SALT hevur svínabundið Føroya løgting til at koma við eini eykajáttan.

Hetta er ein boðskapur, sum journalisturin sjálvur má svara fyri. Hesi tíðindi eru faktuelt skeiv, og tey tykjast tendentiøs ella persónliga litað. Grunnur tíðindaflutningur, vantandi faktatjekk og tilvildarligar útsøgnir eru tíverri eitt alheims fyribrigdi, og ein sera álvarsamur samfelagstrupulleiki.

Í Degi & Viku í gjárskvøldið, 22. desember, hevði KVF aftur eitt innslag um fíggjarlógina. Eg varð drigin fram við sitatum, sum vórðu soleiðis klipt av, at øll javnvág í útsøgnunum syndraðist. Hetta er ein niðrandi framferðarháttur, sum tíverri rakar alt ov nógvar borgarar, ið verða interviewaðir.

Eg vil saktans átaka mær mín part av ábyrgdini, um fólk hava fingið ta fatan, at vit ikki hava brúk fyri pengunum. Saltsilogrunnurin hevur fyri langari tíð síðan gjørt púra greitt, at brúk var fyri 1.6 mió. í lánifígging, til tess at gera Saltsiloina lidna. Ásannandi hetta, hevur grunnurin eisini fyrireikað lántøkuna hjá peningastovni.

Saltsilogrunnurin hevur ongantíð, síðan upprunaliga lógin um stuðul til SALT var viðgjørd og samtykt á løgtingi, vent sær til Føroya Løgting um nakra meirjáttan. Løgtingið hevur veitt okkum eina hjálpandi hond og eingin ivi skal vera um, at hetta kemur serstakliga væl við.

Tað stutta av tí langa er, at eitt samlað løgting (32 atkvøddu fyri, eingin ímóti, ein var blonk) hevur tikið undir við at játta SALT pening.

Saltsilogrunnurin nýtir hervið høvi til at veita Føroya løgtingi eina hjartans tøkk fyri játtina, sum hevur stóran týdning fyri Saltverkætlanina, tí at hervið slepst undan lánifígging, sum hevði tyngt munandi um raksturin.

Saltsilogrunnurin fegnast eisini um, at vit hava fingið ein ískoytissáttmála við TG Verk um fastan prís. TG Verk er longu farið til verka, arbeiðið gongur væl og allir partar síggja fram til at fáa húsið liðugt, til gleði og gagns fyri Føroya fólk.

Gleðilig jól og eitt signað nýggjár.

Virðingarmest

Vegna saltsilogrunnin

Ólavur Rasmussen
arb. formaður

Facebook viðmerking