Húsabjálving

Nøkur fá orð um bókina Úr Porkeris søgu

Poul Andreasen: Nøkur fá orð um bókina Úr Porkeris søgu eftir Torgir Strøm.

Porkeris kommuna hevur fyri stuttum givið út bókina Úr Porkeris søgu, sum Torgir Strøm hevur skrivað.  Undir yvirskriftin er Ættarbond og søgubrot.

Eg leggi til merkis, at Torgir Strøm hevur gjørt bókina klára til prentingar, t.v.s. at hann hevur umbrotið bókina, sett tekst og myndir í. Hetta sigur eitt sindur um Torgir. Hóast ikki heilt ungur longur, so er hann væl við á telduøkinum, hevur havt egnu heimasíðu í nógv ár við eini rúgvu av upplýsingum, og lagt til rættis bøkur og eisini givið fløgur út við søguligum tilfari. Hansara heimasíða er nógv vitjað, og tað ikki av ongum, tí har finnur tú ørgrynnu av upplýsingum um fólk og hús í Suðuroy. Eg sigi fyri meg, hansara heimasíða hevur mangan verið mær hent, tá ið mann í skundi skal finna eitt ella annað viðvíkjandi ættarkanning í Suðuroy.

Torgir er vágbingur, men giftist tíðliga til Porkeris við Amy úr Nøgrum. Hann var sjómaður alt sítt lív. Í 1973, haldi eg tað var, var hann skipari á Gáshólmi, og eg var ein av manningini. Tá legði eg til merkis, at tað var ikki bara um fisk, hann hugsaði. Onkuntíð kom hann inn á søgulig evni. Hann hevði havt Johan Samuelsen úr Sumba sum lærara á sjómansskúlanum, og helst hevur Johan ávirkað Torgir tann søguliga vegin. Johan sat mangan á Skjalasavninum og skrivaði úr søguligum keldum, tingbókunum, fólkateljingunum, kirkjubókunum v.m. úr Suðuroy. Alt hetta tilfar hevði Johan skrivað niður í bøkur. Tá ið Johan var deyður, lá hetta tilfar, til børnini hjá Johan lántu tað út, og her hevur Torgir gjørt tað bragdið, at hann skrivaði alt inn á teldu og gav tað út undir heitinum Fólk í Suðuroy. Eitt stórt og virðismikið tilfar, sum Johan hevði savnað og Torgir givið út.

Í fororðinum til Porkeris søgu sigur Torgir, at hann í fyrstu syftu valdi at leggja dent á býlingarnar, húsini og ættarbondini í bygdini. Hann byrjar við jørðini, hevur eitt yvirlit yvir allar bátar í Porkeri fram til 1925, og síðani fer hann í holt við býlingarnar, húsini og tey fólk, ið hava búð í Porkeri, fram til nakað fyri 1950.

porkerissoga1

Í Skálanum

Porkeningar vóru til skips sum vanligt var fyrr, og um veturin varð róð út, og mangur góður fongur kom til lands. Men havið kravdi sítt, tað síggja okur beinanvegin, okur blaða gjøgnum bókina.

Í bókini verða húsini nevnd í nummarrøð og við staðarnavni. Hús nr. 1 eru húsini Úti í Stovu, hjá Jóan Peturi úti í Stovu. 12. september 1885 vóru Jóan Petur og tveir synir Danjal Petur og Petur Vensil saman við Lars Larsen úr Gjørðum á útróðri, men teir bóru ikki boð í bý. Døturnar í húsinum giftist í onnur hús, meðan Lávus (í Toftalíð) og Johannes fluttu til Vágs at búgva, og Alexander búsettist í Danmark.  Húsini úti í Stovu vóru avtoftað um 1898.

Hús nr. 2 eru húsini Úti á Klova. Hesi húsini vórðu hart. Í 1910 hendi tann vanlukka, at tvørásluppin Norðstjørnan gekk burtur við mann og mús. Skipari var tann ungi Johan úti á Klova, og við sær hevði hann fýra yngri beiggjar Lávus, Danjal Mikal, Adrian og Johannes, og svágin Óla Christian Dam í Billhúsi. Ein systir Anna Elisabeth, sum seinni búsettist í Toftalíð í Vági, misti mannin Poul N. Kjærbo úr Sumba á sjónum í 1927. Av sonnum ein hørð lagna.

Aftast í bókini greiðir Hilmar Bech m.a. frá um, tá ið Búgvin gekk burtur 21. februar 1940, og allaraftast er sangurin um Búgvan, sum Chr. M. Christiansen yrkti:

Búgvin hin baldi, spældi á aldu,

á síni útróðrarferð út um Stein,

hvítir frá bógnum, dýrd er í sjónum,

um fára og vanlukkur tonkti ei ein.

 

Hilmar sigur um einkjuna Mikkalinu í Hólinum:

“Sjey teir fyrstu (sum fórust við Búgvanum) vóru av somu ætt, og tann áttandi, Kjarlav Petersen, var úr næsta grannahúsi hjá Mikkalinu, har fleiri av hinum høvdu sína dagligu gongd. Mikkalina í Hólinum, sum nú (t.e. 1940) var 83 ár, misti her sín seinasta son, sum eftir var, og seks ommusynir; mannin Mikkjal á Fossinum og tveir synir misti hon, tá Heygabáturin gekk burtur í november 1904, og tá misti hon eisini tveir brøður og ein bróðurson. Tá Norðstjørnan gekk burtur í mars 1910 doyði maður til eina av døtrum hennara, Johan úti á Klova, sum var faðir at Michael Mortensen, ið nú sjólætst. Fleiri aðrir av hennara næstringum umkomust eisini á sjónum.”

Porkeningar hava reist minnisvarða yvir teirra sjólætnu, har allir teir, sum deyðir eru á sjónum, verða nevndir.

Gott er, at tað, sum Hilmar Bech hevur skrivað og savnað um útróður, er komið við í bókina. Tá ið Siglingarsøgan kom út í 1960unum gjørdi Hilmar eitt stórt arbeiði har at savna saman tað, sum hevði við sjólívið í Porkeri at gera, og eisini skrivaði hann áhugaverda grein um eldri søguna hjá Porkerisbygd.

Síggi á síðu 248 mynd av skúlafelaga mínum Finnboða Jensen, sum doyði á sjónum, bara 19 ára gamal. Johan Danbjørg skrivaði minninarorð um henda porkening, sum fór so tíðliga. Minnist væl, tá ið teir tríggir Arne, Salmon og Finnboði komu súklandi á nýggjum súklum til Vágs, tá ið teir fóru at ganga í realskúla. Minnist eisini, hvussu nógv ið Finnboði helt av Danbjørg.

Okur fylgja Torgir gjøgnum bókina, hús úr húsi í bygdini, sett upp á ein stuttan og greiðan máta, og hetta við at nevna húsini í nummarrøð ger tað lætt hjá tí minni kenda at leita eftir fólkum, tá ið tey t.d. við giftu flyta í onnur hús.

Stutt umrøða er av kirkjuni, missiónshúsinum og salinum

 

At enda fari je at nevna søguna um Jógvan á Gaddi

“Enn rillar hellan á Gaddi”

Søgan um Jógvan á Gaddi í Porkeri, sum sigldi við Nólsoyar Pálli við Royndini Fríðu tann seinasta túrin í 1808, er næstan ótrúlig.

Søgur gingu um, at Jógvan á Gaddi, fleiri ár eftir at Nólsoyar Páll við manning var gingin burtur, hevði verið sæddur í Porkeri.  Eitt fremmanda skip hevði verið inni á Vági, og tveir menn av hesum skipi vóru farnir til gongu til Porkeris og inn í húsini á Gaddi, har teir sótu eina løtu, men talaðu ikki eitt orð. Tá ið teir fóru avstaðaftur, steig annar av monnunum á helluna uttan fyri dyrnar og segði: “Enn rillar hellan á Gaddi”. Henda mann hildu tey vera Jógvan á Gaddi. Hann fór avstað aftur við hesum skipi, og eingin visti meira at siga frá Jógvani.

porkerissoga2

Í 1917 var greinastubbi í Dimmalætting, har ein J.P. Johnson úr USA greiðir frá, at abbi hansara John Johnson var slektaður úr Suðuroy, føddur 12. august 1786. Í 1920 skrivar emigrant- og sjómanspreturin við Vor Frelsers Kirke í Brooklyn í New York, Rasmus Andersen, bók, har hann m.a. greiðir frá um lívið hjá hesum John Johnson, sum helst er porkeningurin Jógvan á Gaddi og hansara lív. Tíverri ber ikki til at samanbera hansara føðingardag við kirkjubókina fyri Suðuroy, tí hetta tíðarskeiðið varð eingin kirkjubók førd yvirhøvur, og heldur ikki um ár 1800, tá ið Jógvan á Gaddi hevur verið um konfirmeringsaldur. Í hesi bók er bílati av Jógvani á Gaddi á deyðastrá. Tað er líkasum søgan kemur nærri nútíðini. Hugsa sær at hava bílæti av manni, sum hevur siglt við Royndini Fríðu við Nólsoyar Pálli sum skipara. Tað er ótrúligt.

Nú Jógvan á Gaddi verður nevndur, ber ikki til ikki eisini at nevna ein annan porkening, sum var um sama aldur sum Jógvan, og sum hoyrir til undangongumenninar, tá ið skip umræður. Tað er Danjal Joensen, slektaður uttan Heyga, seinni giftur í Sandavági, og har nevndur Suðuroyar Danjal.Tá ið teir vóru um 18 ára aldur, hendi ein stórhending í Føroyum, tá ið Royndin Fríða varð sjósett av Fløtuni Fríðu í Vági. Tað mann hava verið spennandi hjá hesum báðum evnaligu unglingum og fleiri við teim at fylgt við tí slóðbrótandi arbeiði, sum fór fram á Fløtuni Fríðu hesa tíðina. Jógvan á Gaddi, sum var húskallur hjá Gjørðabóndanum, hevur helst hjálpt til, tá ið Royndin Fríða varð bygd. Ætlanin hjá Nólsoyar Pálli var jú m. a. at venja upp ungar føroyingar til sjómenn, og her hevur Nólsoyar Páll sæð evnini í hesum unglingum, sum forvitnir og spentir hava fylgt við øllum tí, sum hendi tá, og sum hava longst eftir at sleppa út í stóru verð. Jógvan á Gaddi bleiv stýrimaður á Royndini Fríðu, 22 ára gamal, so eg kann hugsa mær, at hann hevur verið fleiri túrar við Royndini Fríðu.

 

Eg fari at ynskja Torgiri og porkeningum til lukku við hesum valaverki. Eg ivist ikki í, at henda bók fer at verða nógv brúkt, báði av porkeningum og øðrum, sum uppslagsbók, tá ið ivamál vera um, hvør er hvør í Porkeri.

 

Poul Andreasen

Facebook viðmerking