42 nýklaktir klatrarar á Ítróttaháskúlanum

Ítróttur Tíðindi

Ein týðandi partur av adventure-breytini á Ítróttaháskúlanum fevnir um trygd, tí verður eisini gjørt nógv burturúr at neyðugu skeiðunum innan trygd. Í vikuni hava teir 42 næmingarnar á Ítróttaháskúlanum lokið klatriprógvið og eru nú klárir at fara út í bergið at royna seg.

Umframt heilt framúr góðu umstøðurnar á klatrivegginum í Marghøllini í Vági, so hevur Ítróttaháskúlin eisini gjørt klatri-rutur ymsastaðni kring Vágseiðið.

Fleiri myndir frá klatriskeiðinum eru her

Facebook viðmerkingar