Húsabjálving

Maskinmaður til Delta Seafood

Delta Seafood søkir eftir maskinmanni.

 

Uppgávur
Delta Seafood søkir eftir einum persóni at hava eftirlit við framleiðsluútgerðini. Hetta umfatar Baader maskinur, upptiningarútgerð, trukkar og aðra framleiðsluútgerð. Tú arbeiðir í tøttum samstarvi við okkara tekniska leiðara.

Førleikakrøv
• Vanlig smiðjuútbúgving, um tú harumframt hevur el-útbúgving er hetta avgjørt ein fyrimunur.
• Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.
• Sjálvsagt ert tú lættur at samstarva við.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir verða eftir avtalu við leiðsluna.

Starvsbyrjan
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, kann byrja í starvinum sum skjótast.

Spurningar
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú ringja til Magnus Jespersen á telefon 77 88 01

Umsóknarfreistin er 23 januar.
Hevur hetta tín áhuga, so send okkum eina umsókn við útbúgvingarprógvum, arbeiðsroyndum og viðmælum til:

magnus@deltaseafood.fo
ella

Delta Seafood
Havnarlagið 25
Postsmoga 84
810 Tvøroyri.

Delta Seafood er eitt saltfiskavirki, sum virkar feska og frysta rávøru til saltfisk, umleið 40 fólk arbeiða á virkinum.