Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Minningarorð um Niels Nolsøe

Ein av hesum dimmviðraðu døgunum í desembur fór Niels Nolsøe, Niels hjá Marnu í Vági í annað ljós, 79 ára gamal. Hesin stillføri og musikalski maðurin, sum øll vóru góð við, hevði lagt árarnar inn.

Elstur var hann í stórum barnaflokki hjá Otto og Marnu Nolsøe. Kirkjuna og tónleikin fekk hann inn við móðurmjólkini. Har hingu eingir lepar við. Hvønn sunnumorgun varð farið í kirkju. Ella hjá Dion sat við gomlu Knud Olsen urguna.

Tá ið hann var so frægur, slapp hann til pumpuna. Og seinri til tangentarnar. 16 ára gamal byrjaði hann at spæla, tá ið Ellu barst frá, og har sat hann so trúgvur, líka til hann fyri fáum árum síðani legði frá sær av heilsuávum.

Medalju fekk hann frá hennara hátign fyri trúgva tænastu í 2003.

Men tá hevði hann eisini sitið við orglið í meir enn 50 ár.

Kirkjukórinum Ljómi var hann ein hollur stuðul. Longu tá ið kórið fór víðagitnu Noregsferðina í 1954 var Niels við sum sangari og solistur.

Tað var ikki sum at siga tað, 16 ára gamal at spæla uppá urguna í dóm-kirkjuni í Kristiansand! Hann sang tenor í kórinum og stjórnaði eisini av og á, kønur sum hann var í nótunum.

Tá ið kirkjukórið Ljómur í 1999 fylti 60 ár varð Niels heiðurslimur.

Stuttligur var hann – á sín friðarliga, lítillætna hátt. Hvør minnist ikki hinaferð, tá ið hann segði við gentuna á gistingarhúsinum: “Eg toli ikki vaniljukransar. Eg fái sovorðnan bróstsviða av holinum!” Ella kenda sitatið, tá ið hann sat vesturi á Eiðinum: “Brim uppá breyð!”

Niels var eitt sera fitt og hugfarsligt fólk. Hóast hann hoyrdi til tey stillu í samfelagnum, so lá hansara partur ongantíð eftir í kirkju og í kóri. Hann sat altíð á loftinum – sunnudag aftaná sunnudag, høgtíð aftaná høgtíð – og setti sín dám á so manga gudstænastuna.

Í Vági var hann ein bygdarmynd. Tú sást hann til gongu báði tíðliga og seint. Onkuntíð við rívu í hond, tá ið hann fór til Hovs at hjálpa systir síni og teimum at hoyggja.

Niels umboðaði eina farna tíð, har trúskapur og samvitskufull tænasta var eitt kall. Tað fingu okur øll, sum kendu hann, nógva gleði av. Takk og prís fyri tað.

Niels stillaði seg ongantíð í fremstu røð – honum so líkt. Tað var tí ikki lætt at finna eina mynd, har hann stóð frammalaga. Men, her er hann staddur á Brekkubø ein páskamorgun fyri nøkrum árum síðani – millum syngjandi vinir. Og soleiðis fara okur at minnast hann við takksemi.

…Morgunsól og fuglamál
drakk eg mær úr tíni skál;
deyðir vakna, eg man skoða
teir í páskamorgunroða.

 

Kirkjukórið Ljómur

Facebook viðmerking