Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Dennis Holm: Niðurbrótandi stríð um staðseting !

Tað hevði nú verið hugaligt, um kommunurnar í Suðuroynni fóru undir at brúka meiri orku uppá at finna ting, sum kommunurnar kunnu samstarva um, í staðin fyri at brúka tíð og orku uppá at fáa drigið stovnar úr einari kommunu í aðra kommunu í oynni.

Øll – hvør einasti persónur í Suðuroynni – vita, at hetta fer bara at føra við sær ósemjur og stríð, tí gevur tað onga meining at brúka tíð uppá hetta.

Stóra avbjóðing í Suðuroynni er ikki at fáa savna so nógvar “brikkar” sum gjørligt í einari kommunu, men at fáa økt munandi um talið av “brikkum”, sum eru í Suðuroynni.

Tað tykist sum um at okur hava hug at gloyma, at okur eru øll í sama “báti”. Hetta er ikki ein spurningur um “okur” ella “tykur”, men bara ein spurningur um “okur øll”.

Heldur enn at brúka orku uppá niðurbrótandi stríð um staðseting av Sernám (sum frá byrjan hevur verið í Vági og hevur virkað fult og heilt og væl!), so eiga okur at brúka orku uppá at seta fokus á felags mál fyri at menna Suðuroynna.

Dennis Holm
Borgarstjóri í Vágs Kommunu

Facebook viðmerking