Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Arbeiðsleiðari til TG-Seafood

Framleiðsluvirkið TG-Seafood í Hvalba tørvar ein arbeiðsleiðara.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsleiðarin starvast undir framleiðsluleiðaranum og í tøttum samstarvi við søluleiðaran.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a:
• Setan av starvsfólki.
• Leggja framleiðsluna til rættis.
• Standa fyri dagligu framleiðsluni.
• Optimera úrtøkur og effektiviseringar, soleiðis at vit fáa best møguligu virðisøking úr hvørjum framleiddum kilo.
• Upplæring av nýggjum starvsfólkum.
• Dagligar framleiðslu uppgerðir.
• Tú kemur eisini at verða ein partur av innaneftirlitinum á virkjunum, og sostatt verða við til at tryggja, at framleiðslan lýkur øll heilsufrøðilig krøv eins og trygdarkrøv.
• Framleiða eftir kundakrøvum.
• Tú skalt verða partur av framtíðarmenning av framleiðsluni í felagnum.

Førleikakrøv
Fiskivinnutøkningar eru vælegnaði at søkja hetta starv, tó eru onnur eisini vælkomin at søkja. Neyðugt er við telduførleika.
Sum persónur ert tú væl skipað/-ur, tekur við ábyrgd og megnar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein positivan hugburð til uppgávurnar.

Setanarviðurskifti
Lønin verður at avtalað við leiðsluna.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum verður send til:
magnus@deltaseafood.fo
ella til:
TG-Seafood c/o Delta Seafood,
Havnarlagið 25,
Postrúm 84,
800 Tvøroyri,
Viðmerk: Umsókn arbeiðsleiðari TG-Seafood.

Umsóknarfreist 01 Februar 2017.

Allar umsónkir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Magnus Jespersen, tlf. 778801 ella magnus@deltaseafood.fo

Facebook viðmerking