Húsabjálving

Tekniskur leiðari til P/F TG-Seafood

P/F TG-Seafood í Hvalba søkir eftir tekniskum leiðara.

Tekniski leiðarin
Tekniskileiðarin hevur ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av bygningum og framleiðsluútbúnaði, herundir Baader flakamaskinum, øðrum maskinur, el-skipanum, frysti/køliútbúnaði, reinsiskipanum, hitaskipanum, trukkum og eykaðlutagoymsluni.
Starvsfólkini á deildini eru maskinmenn og maskinsmiðir.

Arbeiðsuppgávurnar
Tekniski leiðarin fær fakligu, umsitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av teknisku deildini.
Tekniski leiðarin skal leiða arbeiði á deildini, herundir tryggja starvsfólkunum fakliga menning og persónligan trivnað.
Tekniski leiðarin skal eisini, í tøttum samstarvi við serliga framleiðslu- og góðskuleiðaran, luttaka í m.a. optimering av framleiðsluni og tryggja, at TG-Seafood støðugt livir upp til innan- og uttanhýsis góðsku- og framleiðslukrøv, herundir skjalprógvan.

Førleikakrøv
Til starvið krevst viðkomandi hægri faklig útbúgving sum t.d. maskinmeistari ,elektrikari ella samsvarandi, hollar royndir frá líknandi avbjóðingum. Tekniski leiðarin skal harumframt vera málsliga stinnur í føroyskum, donskum/skandinaviskum og enskum, hava hollan telduførleika, vera røkin og málsøkin, og kunna arbeiða bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur.
Væntað verður, at tekniski leiðarin vísir fakligt dugnasemi og ein mennandi persónligan leiðslustíl.

Arbeiðstaðurin
Arbeiðsstaðurin er virkið hjá TG-Seafood í Hvalba.

Starvsbyrjan
Miðað verður eftir, at tekniski leiðarin kann byrja í starvinum skjótast gjørligt, men TG-Seafood er eisini sinnað at bíða nakað
longri eftir rætta umsøkjaranum.

Løn- og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti annars verða ásett eftir nærri avtalu við leiðsluna.

Umsóknarfreist
Umsókn við útbúgvingar- og førleikaprógvum, umframt møguligum viðmælum, skal sendast sum teldupostur til magnus@deltaseafood.fo

ella

sum vanligt bræv til: P/F TG-Seafood c/o Delta Seafood, Havnalagið 25, Postbox 84 FO-800
Tvøroyri. Frámerk: Umsókn Teknisikur Leiðari.
Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 01 februar 2017.

Facebook viðmerking